48 Pages vísir alt

Tónleikur, prát, myndir og filmar hjá og um bólkin 48 Pages er lagt á heimasíðuna hjá bólkinum, 48 Pages skjalprógva, at bólkurin hevur verið til.

 

Garrvilli rokkbólkurin 48 Pages var ein av virknastu og mest spennandi ungu rokkbólkunum í Føroyum fyri nøkrum árum síðan. Men sum í so nógvum bólkum eru onkrir av tónleikarunum farnir av landinum í lestrarørindum. Hóast bólkurin ikki alment er givin, so er hann heldur óvirkin á konsertpallinum í løtuni. Men tey, ið sakna tónleikin hjá 48 Pages, kunnu nú aftur smíla. Tí bólkurin hevur lagt alt tilfarið hjá sær út á heimasíðuna. Her eru fleiri enn 20 mp3’arar at taka niður, bæði samrøður við bólkin og tónleikur tikin upp í upptøkuhøli og á konsertum. Tveir filmar eru eisini á síðuni ein um upptøkurnar av fløguni Ampaljóð og eitt sjónbandalag.

48 Pages hevur altíð verið ein sera visuellur bólkur, og hetta sæst á tí stóru rúgvuni av myndum, ið eru lagdar á síðuna. Her eru myndir av konsertum, úr venjingarhølinum, úr upptøkuhølunum og nógv annað.

Samanumtikið skjalfestir heimasíðan, hendan øgiliga spennandi bólk, ið tíanverri ikki er virkin í løtuni. Hetta er enn ein av bólkunum, ið eru komnir úr tí sera livandi og spennandi tónleikalívinum á Margarinfabrikkini. Um tær dámar harðan rokk er www.48pages.net eitt must, fyri øll onnur gevur heimasíðan innlit í eina tónlistarliga ekstrema verð, ið bæði er áhugavert og undirhaldandi.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *