Heimurin hevur fingið eyga á Eivør

Í vikuskiftinum høvdu útvið 17 milliónir bretsk húsarhald møguleika at uppliva Eivør Pálsdóttir í bretskum sjónvarpi og fyrr í vikuni upplivdu danir songkvinnuna í TVSyd.

 

Mynd: Bárður Eklund
Alt fleiri fólk leggja í hesum døgum merki til tað, ið føroyingar hava vita síðan 1999, Eivør hevur eina fantastiska songrødd. Í síðstu viku var eitt langt innslag við Eivør Pálsdóttir í donskum sjónvarpi og í vikuskiftinum høvdu  milliónir av bretum møguleikan at uppliva føroyska songfuglin, tá BBC 4 tríggjar ferðir vísti sending av festivalinum Celtic Connection.

 

17 milliónir húsarhald

Í BBC sendingini vórðu ymiskt tónlistafólk sýnd fram, eitt av hesum listafólkum var okkara egna Eivør Pálsdóttir. M.a. var høvi at uppliva tvey løg við songkvinnuni Trøllabundin og Må Solen alltid skina. Upptøkurnar eru av konsertini hjá Songkvinnuni í januar á festivalinum The Celtic Connection á The Old Fruit Market í Glasgow.
BBC 4 er ein talgild sendistøð, ið allir bretar, ið hava ein talgildan móttakara síggja.Sambært digitalspy.co.uk hava umleið 17 milliónir húsarhald í Bretlandi ein tílíkan talgildan móttakara.

Í umrøðuni av sendingini, m.a.á heimasíðuni hjá BBC4, verður Eivør róst við stórum orðum. Eitt nú verður hennara rødd skýrd at vera skelkandi góð.

Á heimasíðuni ber eisni til at at síggja brot úr sendingini, m.a. bæði løgini hjá Eivør.

Slóðin er: www.bbc.co.uk/bbcfour/music/celticconnections/prog2/eivor.shtml

 

Átti ein triðing av tíðindasendingini

Planet.fo var ikki einasti miðilin, sum var í Tønderhal 1, tá Eivør Pállsdóttir sang seg inn í hjørtuni á øllum danska fólkatónleikalívinum og vann tvær heiðurslønir á DMA-Folk. Eisini danska sjónvarpsrásin TV-Syd, ið er ein av landspartastøðunum hjá TV2, fylgdi Eivør hendan dagin.

Úrslitið av degnum saman við Eivør gjørdist einki minnið enn eitt 9 minuttir lang innslag í tíðindasendingini, ið var send í øllum Suður Jútlandi týskvøldið. Hetta er ein triðingur av samlaðu tíðindasendingini. Prátað verður við Eivør, umboðskonuna og mammu hennara umframt, at fyriskiparin av Tønder Festivalinum Carsten Panduro rósar Eivør og kallar hana eina heimsstjørnu í svøb. Sjónvarpsliðið er við Eivør í venjingarhølinum og eisini verða nógv brot úr konsertini víst.

Hetta er sera gott PR fyri føroysku songkvinnuna, ið ber seg væl í sendingini. Innslagið liggur tøkt á alnetinum á heimasíðuni hjá TV Syd: http://tvsyd.dk/page/13?article_id=15860

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *