Øsing um samhaldsfasta ferðing

Umrøðan á tingfundinum gjørdist harðmælt, tá eitt mál um samferðslu og fígging var fyri á tingi, aftur var tað uppskotið um samhaldsfasta ferðing, ið fekk tingmenn at kjakast.

 

Tingmál

 

Upprunaliga viðgerðin snúði seg um eitt mál hjá Páll á Reynatúgvu og Tjóðveldisflokkinum, um at gera stuðul til ferðakostnað fyri ferðing til arbeiðið meira samhaldsfasta. Men eldur kom í krútið, tá Anfinn Kallsberg nýtti høvið til, at frambera sína hugsan um, at gera alla ferðing samhaldsfasta. Hetta fekk bæði partamenn og andstøðu, at finnast hvassliga at formanninum í Fíggjarnevndini, og aftur hesuferð varð spurnginurin um ognarrættin til hetta uppskot tikin upp.

 

Stuðul um sund

Páll á Reynatúgvu vísti á, at allir borgarar, sum ferðast til og frá arbeiði, ikki  hava javnbjóðis stuðulsmøguleikar. Tað er rættiliga stórur munur á endurgjaldinum, sum borgarar fáa, um ein fjørður ella sund fjørður skilir heim og arbeiðspláss, ella ikki. Endurgjaldið fyri ferðing á landi verður roknað út í kilometrum. Tú fært 35 oyru fyri hvønn kilometur yvir 15 kilometrar. Meðan stuðul til ferðing í ferjum ella undirsjóvartunlum er 5 kr. Páll á Reynatúgvu skeyt upp, at býtið varð broytt soleiðis, at kilometurtalið ikki longur er avgerandi, men at endurgjald verður rindað í mun til bíligastu almennu ferðaleið millum bústað og arbeiðsstað.

 

Jalig móttøka

Tingmenn vóru sera jaligir fyri uppskotinum. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin lovaðu at málið skuldi fáa góða viðgerð í fíggjarnevndini. Eisini landstýrismaðurin í fíggjarmálum, bjóðaði tankanum um at javnstilla borgarar vælkomnum. Hann lovaði at veita málinum eina góða viðgerð. Hann vísti á, at hetta ivaleyst fór at hava ein ávísan meirkostnað við sær. Tey, ið ferðast miðallong strekki á landi fara næstan onga broyting at merkja. Ein ávís minking verður í útgjaldinum hjá teimum, ið ferðast long strekki á landi. Fyri tey, ið ferðast um fjarðar og sund, fara harafturímóti at merkja ein rættiliga fittan mun.

 

Rumbul um ókeypis ferðing

Anfinn Kallsberg var somuleiðis jaliga sinnaður fyri hesi broyting, men helt, at tíðin var komin til eina meira víttfevnandi broyting. Hann vísti á, at inntøkurnar fyri ferðaseðlar hjá Strandferðsluni vóru í fjør 47 milliónir, harav vóru 22 milliónir fyri ferðing um Leirvíksfjør. Tí er ein leyslig meting av inntøkunum fyri ferðaseðlar í 2007 25 milliónir. Hetta er sama upphædd, sum seinasta hækkanin í veggjaldinum gevur árliga. Anfinn vísti á, at umsiting av at taka hesi inngjøld inn er stór. Hann nevndi, at Vágatunnilin tekur 26 milliónir inn um árið, hóast rentur og avgjøld einans eru 12 milliónir.

Lisbeth Petersen fanst hvassliga at Anfinni Kallsberg. Hon segði, at tá tað snúði seg um tunlar og grót eru 25 milliónir, eingin peningur, men tá tað snýr seg um sjúkrahús ella bleyt virði eru sjálvt ein og tvær milliónir nógvur peningur.

Jenis av Rana spurdi Anfinn Kallsberg, hvar hendan umsorgan fyri útjaðaranum var, tá tað snúðið seg um suðuroyingar fyri nøkrum árum síðan, og sipaði eitt sindur innballað til, at hetta kundi hava okkurt at gera við, at norðuroyingar nú høvdu fingið sín tunnil. Honum dámdi betur uppskotið hjá Páll á Reynatúgvu enn tað hjá Anfinni Kallsberg. Hetta fekk Tórbjørn Jacobsen harðliga at afturvísa, at Anfinn Kallsberg átti uppskotið, ið Heini O. Heinesen fyrrverandi formaður í Tjóðveldisflokkinum, hevði roynt at fingið í gjøgnum, men sum Fólkaflokkurin við Anfinni Kallsberg hevði knúlvað niður.

 

Kann beina fyri allari samferðsluútbygging

Vilhelm Johannesen vísti  á, at hesir ókeypis tunlar fóru at ganga út yvir handilslívið í Klaksvík, við SMS og Stóru Tjørn fór alt innkeyp at verða gjørt í Havn. harafturat, gjørdi uppskotið hjá Anfinni, at ferðafólk leggja minnið eftir sær í Føroyum.

Hetta fekk Tummas í Garði úr Fólkaflokkinum at undrast. Hann helt tað vera løgið at hoyra Anfinn Kallsberg tosa javnaðarpolitik og Vilhelm Johannesen tosa fólkaflokkspolitik. Hann vísti á, at hetta kundi beina fyri allari framtíðar útbygging á samferðsluøkinum. Orðaskiftið gjørdist langt og rættiliga hart. So hóast stemningurin sum heild var jaligur fyri uppskotinum hjá Páll á Reynatúgvu, er ivasamt um hetta er seinasta ferðin,  at uppskotið um samhaldsfasta ferðing, ið Anfinn Kallsberg og tjóðveldismenn berjast um ognarrættin til, verður umrøtt á tingið.  Men tað er greitt, at hetta uppskot fer at kosta væl meira enn tær 25 milliónirnar, ið vóru nevndar. Tí um Vágatunnilin og tunnilin um Leirvíksfjørð verða tiknir við, verður talið í øllum førum trýfaldað.

Uppskotið hjá Páll á Reynatúgvu og Tjóðveldisflokkinum er sent í fíggjarnevndina, og tingmaðurin metti í Kringvarpinum í gjár, at hetta uppskot fór at kosta eina til tvær milliónir at fremja.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *