HF næmingar fáa væntandi prógvini

Tær 20 høvuðsuppgávurnar hjá næmingum á 2 HF, ið eru raktar av ósemjuni millum Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Mentamálaráðið verða væntandi rættaðar, sigur formaðurin í Yrkisfelagnum

Landstýrismaðurin í Mentamálum segði í tinginum fríggjadagin, at hann ætlar sær ikki at takað aftur ávaringarnar, ið hann hevur givið 12 lærarum á Føroya Stundentaskúla og HF-Skeiðið fyri at hava luttikið í arbeiðssteðgi, ið fakfelagið hjá lærarunum hevði lýst. Hann sigur, at málið liggur hjá Løgtingsins umboðsmanni, og áðrenn avgerð er tikin í hesum máli, verða ávaringarnar ikki tiknar aftur.

Hans Andrias Sølvará formaður í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara, sigur støðan hjá felagnum eisini er óbroytt. Høvuðsuppgávurnar, ið 20 næmingar á HF skeiðnum lótu inn verða ikki rættaðar fyrr enn ávaringarnar verða tiknar aftur. Eisini hevur felagið fyrr boða frá, at limir felagsins ikki fara at luttaka í arbeiðinum í uppgávunevndunum, ið gera uppgávurnar til próvtøkurnar. Støðan tykist læst. Men so er ikki sambært Hans Andrias Sølvará, ið hevur góðar vónir um, at málið verður loyst við samráðingum. Samband er í millum partarnar, og vit vóna og vænta, at ein loysn verður funnin skjótt, sigur formaðurin.

Eisini úr Mentamálaráðnum verður sagt, at Mentamálaráðið og Yrkisfelag Studentaskúla og HF-lærara arbeiða við at finna eina loysn, soleiðis at tað ikki kemur at nerva próvtøkurnar í summar, og at næmingarnir tískil fáa prógv til tíðina.

Vararektarin á Føroya Studentaskúla og HF-skeiðið Jákup P. Strøm, sigur, at sum er, verða tær 10 uppgávurnar, ið vóru lætnar inn, áðrenn arbeiðssteðgurin varð lýstur, rættaðar. Hinar 20 uppgávurnar verða í løtuni ikki rættaðar. Hann ynskir annars ikki at úttala seg um málið og vísir til, at málið liggur hjá Mentamálaráðnum.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *