Tingmenn vilja hava Landstýrismannin at taka ávaringar aftur

Á tingfundi fríggjadagin heittu tinglimir í samgongu og andstøðu á landstýrismannin í mentamálum um at taka aftur ávaringarnar til 12 lærarar á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði. Javnaðartingmaðurin John Johannesen ivaðist í, um landstýrismaðurin ikki mundi vera farin útum sínar heimildir.

 

Ósemjan í Hoydølum

 

Á tingfundinum fríggjadagin spurdi tingmaður javnaðarflokksins, John Johannesen, landstýrismannin í mentamálum Jógvan á Lakjuni um politiskar og løgfrøðisligar grundgevingar fyri at geva 12 lærarum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði ávaringar fyri at luttakað í arbeiðssteðgi í fakfelagið hjá lærarunum hevði lýst. John Johannesen segði m.a., at hann helt, at í hesum málinum var landstýrimaðurin farin útum sínar heimildir, og átti at tikið stig til at tikið ávaringarnar aftur ongantíð ov skjótt.

Svarið hjá landstýrismanninum var sera langt og lýsti alla málsgongdina. Hetta fekk løgtingsmenn bæði í andstøðu og samgongu at finnast at landstýrismannium fyri at grugga málið.

 

Metingar hjá løgfrøðingum

Landstýrismaðurin greiddi frá, at grundgevingin fyri ávaringarnar var ein løgfrøðilig meting gjørd av løgfrøðingum í Fíggjarmálaráðnum og Mentamálaráðnum, um at arbeiðssteðgurin var ólógligur.

John Joannesen var ikki nøgdur við svarið, og metti ikki at landstýrismaðurin hevði greitt frá, hvørjar hesar løgfrøðiligu grundgevingar vóru.

Landstýrismaðurin vísti tó  í svari sínum á, at orsøkin var, at løgfrøðingarnir ikki mettu, at talan var um sáttmálaloysi, sum Yrkisfelagið annars hevði sum orsøk fyri arbeiðssteðginum. Tí samráðingarnar um nýggjan sáttmála ikki vóru farnar í gongd, og tá er siðvenja at fari verður undir sáttmálasamráðingar, tá ein sáttmáli gongur út. Men landstýrismaðurin viðgekk, at avgerðin at geva lærarunum eina ávaring, var hansara.

 

Skuldu boða limunum frá ávaringini

Landstýrismaðurin segði í svari sínum til John Johannesen, at Mentamálaráðið dagin fyri verkfallið boðaði Yrkisfelagnum frá. At um lærarar niðurløgdu undirvísingina, var talan um fráveru uttan lógliga grund, og at hetta fór at fáa avleiðingar fyri teir. Mentamálaráðið gav Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara boð um at boða avvarðandi lærarum frá, at arbeiðsgevarin ætlaði at geva ávaring fyri ólógliga fráveru, og at um ólóglig frávera endurtekur seg, so verða stig tikin til at burturvísa læraranum úr starvinum.

Hesum funnust eitt nú Høgni Hoydal og Annita á Fríðriksmørk hvassliga at, og kallaðu tað eina roynd at sáa split millum fakfeløg og limir, tey mettu, at hetta var ein partur av eini røð av átøkum hjá samgonguni at leggja eftir og ikki virða fakfeløg.

 

Hvar er løgmaður

Bæði Annita á Fríðríksmørk og Høgni Hoydal spurdu eisini um, hví løgmaður, ið hevur eftirlit við landstýrismonnunum, helt seg burtur frá málinum. Tey vístu á, at vit hava ráðharraábyrgd og løgmaður átti at kannað málið, heldur enn, at tað skuldi verið neyðugt, at tað endaði hjá umboðsmannium.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *