London, Manchester, Berlin, Stockholm og Keypmannahavn eru millum støðini, ið Teitur vitjar á 27 konsertum komandi tveir mánarnar.
Nýggja fløgan hjá Teitur er liðugt innspæld og ljóðblandað, og í gjárkvøldið fór Teitur undir nýggja konsertferð í Evropa. Fyrsti partur av konsertferðini er sum upphiting fyri donsku songkvinnuna Tinu Dickow. Her er talan um 8 konsertir í 10 dagar. Allar verða í Bretlandi. M.a hevur Ingi Højsted møguleika at sleppa á Teitur konsert í Glee Club í Birmingham hóskvøldið.
Síðan fer Teitur til Danmarkar, har hann við bólki fer á pallin í Templet í Lyngdby 13. apríl. Hetta er tann fyrsta av fyribils 19 konsertum við bólki í Danmark, Týsklandi og Svøríki. Eingin ivi er um, at serliga nógvir føroyingar verða á konsertini í Amager Bio í Keypmannahavn 19. apríl. Amager er høvuðstaður fyri føroyskar útisetar og Amager Bio liggur beint yvir ein kilometur frá sjálvum føroyska miðdeplinum Oyrasundskollegiinum
Enn er eingin endaligur útgávudagur almannakunngjørdur fyri nær nýggja fløgan kemur út. Men fyribils ber til at hoyra nýggju løgini á hesum støðum:
Uttan bólk sum upphiting fyri Tinu Dickow
04/04/2006 08:00 PM – Academy 2 í Newcastle
04/05/2006 08:00 PM – The Maze í Nottingham
04/06/2006 08:00 PM – Glee Club í Birmingham
04/09/2006 08:00 PM – Night and Day í Manchester
04/10/2006 08:00 PM – The Stables í Milton Keynes
04/11/2006 08:00 PM – Arts Centre í Reading
04/12/2006 07:30 PM – Dingwalls í Camden Lock í London
Teitur konsertir við bólki
04/13/2006 09:00 PM – Templet í Lyngby
04/15/2006 08:00 PM – Stars í Vordingborg
04/16/2006 08:00 PM – Bryghuset í Møn
04/19/2006 07:00 PM – Gjethuset í Frederiksværk
04/22/2006 07:00 PM – Det Bruunske Pakhus í Fredericia
04/23/2006 09:00 PM – Magnet í Berlin
04/24/2006 08:00 PM – Ampere í München
04/27/2006 09:00 PM – Von Hatten í Randers
04/28/2006 08:00 PM – Godset í Kolding
04/29/2006 08:00 PM – Viften í Rødovre
05/12/2006 08:00 PM – Kulisselageret í Horsens
05/13/2006 08:00 PM – Tobakken í Esbjerg
05/15/2006 08:00 PM – KB í Malmø
05/16/2006 08:00 PM – Nalen í Stockholm
05/17/2006 08:00 PM – Stenhammersalen í Gøteborg
05/19/2006 08:00 PM – Amager Bio í Keypmannahavn
05/20/2006 08:00 PM – Skråen í Aalborg
05/25/2006 08:00 PM – Studenterhuset í Odense
05/26/2006 08:00 PM – Train í Århus