Animalskur villskapur í gandakendum kørmum

Fyrsti bólkurin á stóra pallinum niðri á sandinum í Syðrugøtu var norski Animal Alpha, bólkurin gav seg 100% og skapti eina frálíka konsert.

 

G!Festivalurin

 

Veðrið var gott í Gøtu, turt, stilt og vakurt, sandurin lá innballaður í mjørkadýnu, sum skapti eina gandakenda kenslu, og tætt við fullkomnar karmar til konsertina við Animal Alpha, ið lyfti Gøtusand eitt vet.

 

Villskapur og orka eyðkennir tónleikin hjá Animal Alpha, har serliga skríggini, sangurin og brølini hjá Agnetu Kjølsrud skræddu í áskoðarafjøldina, ið var vorðin rættiliga stór niðri á sandinum. Røddin er fantastisk og fevnir sera breitt. Garrvillu skríggini fóru yvir í bleytan og inniligan sang, og víðari yvir í orkufullan og flottan sang.

 

 

Fitta og vakra songkvinnan, ið á tíðindafundinum fyrr í gjár var ein av mest friðarligu limunum í bólkinum, hevði nú sett hárið upp garrvilt, og var sminka sum eitt bland millum ein klovn og eitt spøkilsi, ella kanska bara sum ein sera ræðandi klovnur.

 

Bólkurin spælir eitt slag av orkurokki, ið riggar ótrúliga væl til konsertir. Tað gjørdi eisini konsertina uppaftur betur, at allur bólkurin gav seg 100%. Tey spældu, sum um hetta var teirra síðsti tími, og tú kundi ikki annað enn gerast bergtikin av hesum orkumúri, tí kókaði tað framman fyri pallin. Serliga lagið Bundy fekk veruligt lív í fólkið. Hetta lagið er millum annað kent úr sjónvarpslýsingunum fyri G!Festivalin.

 

Orkan var stór gjøgnum alla konsertina, og at her var talan um ein veruliga vælspælandi og tætt samanspældan bólk gjørdist serliga greitt í friðarligu pettunum, tá tú veruliga føldi gruvið. At songkvinnan Agnete Kjølsrud hevði lært seg nøkur føroysk orð, og dugdi at takka okkum fyri, at vit vóru komin, og lyftini hjá eina gittarleikaranum um, at Animal Alpha ætlar sær aftur til Føroyar gjørdi ikki løtuna verri, tí hesin ummælarin fer beina leið í handilin hjá Leikalund á festivaløkinum at ogna sær fløguna Pheromones.

 

One thought on “Animalskur villskapur í gandakendum kørmum”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *