Darvaðar framførslur

Mynd: Rókur Jákupsson Jakobsen

Framførslurnar hjá ávikavist SIC og Deja Vu náddu ongantíð tær hæddir, sum mong høvdu vónað og glett seg til. Hetta tí at ljóðgóðskan var ov vánalig, til at nakar kundi framføra haldgóðan tónleik.

 

Rókur Jákupsson Jakobsen & Niels Uni Dam

 

G!Festivalurin

 

Meðan Deja Vu spældi fór streymurin tvær ferðir. Fyrru ferð gekk tað eitt korter áðrenn streymurin kom aftur, vit sum lýddu á ótolnaðust. Tá ið streymurin so var afturkomin, spældu teir víðari. Teir vóru noyddir at taka fleiri løg av teirra skrá, fyri at samlaða skráin hjá G! festivalinum ikki skuldi verða ov seinkað. Men í endanum á seinasta lagið fór streymurin aftur.

 

Hjá SIC gjørdist støðan verri. Gaman í, streymurin fór ongantíð heilt hjá teimum, men streymveitingin til lítla pallin á Spæliplássinum var ikki so støðug, sum ein kundi ynskt sær, og hetta ávirkaði ljóðið. Onkuntíð sløknaði tann eina síðan av hátalarunum, og onkuntíð sløknaði báðar síðurnar. Sum áhoyrari fekk ein ongantíð ordiliga fokusera uppá tónleikin, vegna hetta ófantaliga ljóðið. Spell. Eisini SIC vóru noyddir at taka løg av skránni

 

Mynd: Niels Uni Dam

Tummil niður
Hetta er heilt einfalt ikki gott nokk, og fyriskipararnir mugu taka hetta á sín rygg. Deja Vu og SIC eru tveir stórir føroyskir bólkar, sum báðir eru framúr á hvør sínum øki. Tað vóru nógv, sum høvdu glett seg til hesar framførslur, og tískil er tað eitt satt vónbrot, tá ið tílíkt hendir. Áhoyrarar hava goldið nógvan pening, og tey hava krav uppá at karmarnir skulu vera í lagið til eitt tílíkt tiltak.

 

Ikki skal eg gera meg klókan uppá júst hví hetta hendi. Tað var ikki so, at streymurin fór í bygdini, og álítandi keldur vilja verða við, at tað heldur ikki var orsaka av tí váta veðrinum. Hetta er eitt óhapp sum bara ikki skal koma fyri á einum so stórum og væl fyriskipaðum festivali.

 

Tá tað er sagt, so er tað eyðsæð, at hetta eisini er eitt hendiligt óhapp. Eisini skal sigast, at tá ið streymveitingin endiliga kom í rættlag, gjørdist konsertirnar á Spæliplássinum heilt góðar.

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *