Tað var ein veitsluskrýdd Eivør, ið helt 23 ára føðingardagin á Gøtusandi saman við nøkrum túsund áskoðarum, og her gjørdist talan um eina hugnaliga føðingardagsveitslu, har Eivør og vinfólki á pallinum undirhelt og varð undirhildið av áskoðarunum.
G!Festival
Eivør kom á pallin til fagran føðingardagssang, tá nógvar túsund røddir sungu tillukku til tín fyri føðingardagsbarninum. Edvard Fuglø hevði skrýtt Eivør til konsertina, og her var veruliga talan um stórsligin pløgg, hon var í mannfólkavesti til føroysk klæði og í einum reyðum risastórum skjúrti, ið listamaðurin hevði gjørt burtur úr málaraplastikki.
Á konsertini hevði Eivør stóran bólk og tríggjar kórsongkvinnur, Rúnu á Heygum, Unn Patursson og Kristinu Elisabeth Mørkøre. Bólkurin, ið taldi Magnus Johannesen á tangentum, Rógva á Rógvu á trummum, cymbalis og ymiskum slagverki, Edvard Nyholm Debess á bassi og dananum Troels Skovgård á gittara, umframt gestatónleikaran afrikanska Bass, ið spældi ymiskar trummir. Hesin gav konsertini veruligt flog í løgum sum Brostnar Borgir og Nú brennir tú í mær.
Eivør sang væl, tað ger hon jú altíð. Tó tykjast øll skríggini, ið hon kroystir inn í nærum hvørt lag eitt sindur óneyðug, serliga týðiligt gjørdist hetta, tá hon sang Mær leingist og næstan í krampa mátti enda lagið við einum skríggi, nú pláss ikki hevði verið fyri tí aðrastaðni. Í lagnum Brostnar borgir, skríggjaði hon eisini heilt óneyðugt í friðarligara partinum av lagnum, meðan skríggini í villa endanum riggaðu sera væl. Eingin ivi um, at skríggini eru fantastisk, men hendan ovurnýtslan telur niður fyri heildarupplivingina.
Hetta var hennara besta G! konsert higartil, tí júst hesin pallur hevur ikki verið tann, ið hevur verið karmur um tær bestu konsertirnar hjá songkvinnuni. Hæddarpunktini vóru fleiri, men serliga Mær leingist, Nú brennur tú í mær og vakra lagið um systrarnar Elinborg og Elisabeth Mariu vóru góð og fingu áskoðararnar við. Eivør spældi eina fína konsert, men langt var til upplivingar sum tí á DMA Folk, har hon spældi eina av bestu framførslunum, ið eg havi upplivað.