– Fløgan kemur tá vit eru heilt nøgd við alt

Væntandi kemur nýggja fløgan við Lenu í oktober, men Lena, Niclas og ljóðblandarin Ryan Hewitt lata hana ikki úr hondum fyrr enn tey øll eru heilt nøgd við alt.

 

Í hesum døgum eru Lena og Niclas í Vancouver, har Lena spælir konsert í The Media Club í kvøld. Tey eru komin til Vancouver úr Los Angeles, har tey í síðstu viku ljóðblandaðu komandi fløguna saman við heimskenda ljóðblandaranum Ryan Hewitt.

 

Ryan Hewitt er ein av heimsins mest eftirspurdu ljóðblandarum, hetta tí hann var ein av monnunum, ið hevur ljóðblandað Stadium Arcadium hjá Red Hot Chili Peppers, ið er ein av best seljandi fløgunum hetta summarið. Hewitt hevur ljóðblanda 15 av teimum 28 løgunum á fløguni, ið er framleidd av einum av heimsins allarbestu framleiðarum Rick Rubin.

 

Lena segði herfyri við planet.fo, at teimum dámdi væl ljóðið á Stadium Arcadium, og tí settu tey seg í samband við umboðsmannin hjá Hewitt. Prísurin var tó alt ov høgur, so tey máttu sleppa hesum ætlanunum. Men nakrar dagar seinni setti umboðsmaðurin seg aftur í samband við Lenu.  Tí eftir at hava hoyrt upptøkur við Lenu, hevði Hewitt sjálvur avgjørt, at hann vildi sleppa at arbeiða við songkvinnuni.

 

Niclas greiður frá, at tað hevur gingið væl at ljóðblanda saman við Ryan Hewitt.

 

– Ryan er sum vera man kompetentur og sera fittur fýrur, sigur Niclas.

 

Enn er tó ikki liðugt ljóðblandað. Tey hava fingið eitt ljóðbland at lurta eftir, síðan vera broytingar og ymiskir leysir endar gjørdir síðst í september.

 

– Upprunaliga ætlaðu vit at vera liðug nú. Men hóast vit vilja gera alt fyri at fáa fløguna út í oktober, so verður onki gjørt fyrr enn vit eru heilt nøgd við alt. Tað eru vit øll trý samd um. So ymsar broytingar vera á skránni, tá Ryan ljóðblandar liðugt síðstu vikuna í september, sigur Niclas.

 

Í løtuni arbeiðir Ryan Hewitt við John Frusciante gittarleikara í Red Hot Chili Peppers, men fer síðan aftur í gongd við útgávuna hjá Lenu.

 

Meðan Lena og Niclas hava verið í Los Angeles hevur Lena spælt tvær konsertir. Tann fyrra var á Live At The Lounge fríggjakvøldið 18. august. Hetta kvøldið spældi Lena einans tvey løg. Umframt hana spældu fimm onnur tónlistarfólk og tveir stand up skemtarir luttóku. Ein teirra var Michael Richards, ið ivaleyst er best kendur úr sjónvarpsrøðini Seinfeld, har hann spælir løgni grannin hjá Seinfeld, Cosmo Kramer.

 

Konsertin hjá Lenu gekk væl, og hon var sera væl móttikin, greiðir Niclas frá.

 

– Fleiri fólk frá hesi konsertini møttu upp til tað seinna giggið týskvøldið í Genghis Cohen at lurta eftir Lenu – teirra millum tveir av teimum luttakandi artistunum frá fríggjakvøldinum, sigur Niclas.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Lena hevur spælt konsert í Los Angeles. Tí nýttu eisini fleiri fólk úr tónleikaídnaðinum høvið at hoyra Lenu á konsertini týskvøldið.

 

Lena verður skjótt aftur í Evropa, hon spælir eina konsert í Musikteateret í Skive í Danmark mánakvøldið 11. september og mikudagin 13.  í Café Kino í Keypmannahavn.

Leave a Reply

Your email address will not be published.