Amnesty harmast um útsøgnina hjá Kaj Leo

Kaj Leo Holm Johannesen formaður sambandsfloksins boðaði frá, at hóast hann var ímóti deyðarevsing, hevði rættvísið sigrað í førinum Saddam Hussein. Forkvinnan í Føroya deildini hjá Amnesty International hevði ikki væntað tílíkar útsøgnir í einum landi sum okkara.

 

– Eg harmist um slík úttalilsi, tað má eg siga, sigur Annika Sølvará forkvinna í Føroya deildini hjá Amnesty International, um útsøgnina hjá formanni Sambandsflokksins Kaj Leo Johannesen, um at avrættingina av Saddam Hussein. Hon heldur fram:

– Tað er ikki talan um rættvísi at avrætta nakran, heldur ikki Saddam Hussein. Øll fólk hava krav uppá og rætt til eina rættvísa rættargongd, og fyri okkum er deyðarevsing ongantíð ein optión. Eg havi ikki hug til at viðmerkja ov nógv, um útsøgnina hjá Kaj Leo. Ikki annað enn at eg harmist um hetta, og at eg ikki hevði væntað tílík úttalilsi í einum landi sum okkara, har deyðarevsing ikki verður sæð sum ein møguleiki, sigur Annika Sølvará.

Hon gleðist samstundis um, at vit liva í einum landi, har politiska skipanin hevur valt ikki at góðtaka hetta sum revsimøguleika.

– Tað er gleðiligt at síggja, at man í eini komandi stjórnarskipan hevur valt, at lóggeva ímóti deyðarevsing og beinleiðis nevnir hetta í henni, sigur Annika Sølvará.

Hon heldur tvørturímóti tí, sum Kaj Leo sigur, at tað er ein ósigur fyri rættvísi at avrætta Saddam Hussein:

– Hetta at avrætta ein diktator ger, at man ikki fær gjørt upp við hansara misgerðir. Man fær ikki sett hann til svars fyri øll hini brotsverkini, sum hann hevur gjørt, og tey málini koma ongantíð fyri rættin. Harafturat verður hann nú pínslaváttur í Irak, og tað ger ikki støðuna betri., sigur Annika Sølvará at endans.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *