Trúvirðið hevur fingið ein frammaná

Seinastu vikurnar hava verið nokkso serligar í føroyskum politikki. Avgerðirnar hjá Alfred Olsen at fara úr samgonguni og hjá Karsten Hansen at fara burturúr Tjóðveldisflokkinum og upp í Miðflokkin hava fingið nógv pláss í almenna rúminum. Hvørki Karsten ella Alfred hava verið serliga tíðindafróðir, og tí hevur dúgliga verið gitt um hvør endin fór at vera, eisini í fjølmiðlunum. Her hava bæði stóru bløðini og Útvarpið verið dekan ov brá. Dimmalætting segði í spísiseðlum, at Karsten Hansen var á veg inn í Sjálvstýrisflokkin, hetta hóast tað í sjálvum blaðnum bert varð borið fram sum óváttaði tíðindi og sum hugleiðingar í oddagreinini. Sosialurin, Portalurin og Útvarpið vistu at siga, at Alfred Olsen var á veg inn aftur í samgonguna nakrar dagar fyri, at hann staðfesti, at hann varð verandi uttanfyri. Hesi pseudotíðindini komu frá vælvitandi keldum, ið stóðu tætt at málunum, men her vísti seg í øllum førum at vera talan um keldur, ið antin pellaðu ella ikki vistu so væl, sum tær vildu vera við. Hetta er í øllum førum pínligt og gongur útyvir trúvirðið hjá hesum miðlum.

Fyri Sosialin, ið hevur greiðan politikk við ikki at prenta dulnevnd lesarabrøv, má hetta sigast at vera sera óheppið og pínligt. Men eisini tað almenna Kringvarpið eigur at rannsaka seg sjálvt eftir hesa pínligu søk. Hóast Dimmalætting dagliga prentar dulnevnd lesarabrøv, so er henda søk eisini pínlig fyri blaðið, serliga tá sjálvur spísiseðilin verður brúktur til skeivu søguna.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *