Tá Pamela Anderson herfyri var í veitslu hjá Playboy stjóranum Hugh Hefner, hevði hon føroyska vakurleikaserfrøðingin Hans Fróða Hansen við sína lið.
Føroyski vakurleikaserfrøðingurin Hans Fróði Hansen flutti herfyri til USA, har hann undir navninum Mr. Kay Kay er í ferð við at gerast eitt navn innan vakurleikarøkt hjá teimum kendu í Hollywood. Herfyri bar Vikublaðið tíðindi um, at Hans Fróði hevði verið úti og eti døgurða við Pamelu Anderson. Men talan gjørdist eftir øllum at døma um meira enn bert ein einstakan døgurða. Sambært keldum nær at Hans Fróða hevur hann enn samband við fyrrverandi Baywatch stjørnuna.
Nú fæst sjón fyri søgn, í sending á týsku sjónvarpsrásini RTL, sæst Hans Fróði í veitslu saman við Pamelu Anderson hjá Playboy stjóranum Hugh Hefner.
Pamela hevur verið 11 ferð í Playboy, hetta er met. Á sjónvarpsklippinum sæst, at Pamela og Hans Fróði koma í veitsluna saman. Pamela er miðdepilin í veitsluni, men á øllum myndunum er Hans Fróði við hennara lið. Pamela verður í sendingini spurd um, hvussu hon hevur tað, eftir at hjúnarlagið við Kid Rock er kollsiglt. Hon letur væl at, og sigur at hon hevur tað nógv betur nú.
Í veitsluni mussar hon Hugh Hefner og er flirtar við myndatólinum og fólki kring seg. Men sjónvarpsstøðin veit at siga, at Pamela fór einsamøll heim. Hans Fróði, ið á myndini letur limousin hurðina upp fyri Pamelu, er sambært RTL “Nur der türhalter”, bert hennara hurðhaldari.
Á heimasíðuni hjá Hans Fróða, KayKay.com skrivar hann, at hann í apríl fer at lansera sína egnu røð av vakurleikarøktarvørum til menn Mr. Kay Kay. Eisini skilst, at Hans Fróði saman við kendu amerikansku make-up listakvinnuni Alexis Vogel, arbeiðir við at gera eina røð innan vakurleikarøkt til kvinnur. Sambært Vikublaðnum kann hugsast, at Pamela Anderson skal vera við til at marknaðarføra hesar vørur.