Í yvir eina hálva øld hevur Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni ljómað úr føroyskum útvarpstólum,. Sangurin um hetta eina sunnukvøldið í Plantasjuni hevur higartil yvirlivað yvir 2600 sunnukvøld, og kanska serliga sunnudagar, tí tað man neyvan ganga ein Kvøðuljómasending sunnudag seinnapart uttan, at størsta landaplága føroyinga verður spæld.
Seinastu vikuna hevur Útvarpið leitað eftir størstu landapláguni, ið føroyingar eiga. Tað eru morgunfrísku morgunvertirnir hjá Útvarpinum, ið hava skipað fyri. Tað skelkaði neyvan nakran, at vinnarin gjørdist Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni við Simma. Lagið kom út, sum ein tann fyrsta føroyska útgávan og gjørdist skjótt fólkaogn. Hetta var sama ár, sum Útvarpið byrjaði at senda, og hevur lagið ljómað í sendingum líka síðan tá. Sjálvt nú út við 50 ár eftir útgávuna gongur neyvan ein Kvøðuljómasending, uttan at Eitt sunnukvøld í Plantasjuni verður spælt, soleiðis var, tá sendingin æt Ynskikonsertin og er tað enn í dag. Stutt sagt er talan um størstu Landapláguna í Føroya Søgu.
Ung sum gomul
Alla vikuna hava føroyingar ungir og gamlir sent síni boð inn til Morgunsendingina, og sambært Kára Olsen verti í sendingini vóru tað bæði ung og gomul, ið atkvøddu fyri Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni. Simme sjávur var ikki tikin á bóli, av at júst hesin sangurin gjørdist størsta landaplágan, hóast hann ikki beinleiðis væntaði tað, so kom tað ikki óvart á hann.
– Har kemur so nógv gott út nú á døgum, at eg visti ikki heilt, um okkurt av tí fór at vinna, tað var ikki til at vita – Um tað serliga vóru tey ungu, sum atkvøddu, so kundi tað kanska verið okkurt annað lag, helt eg. Men eg skilji, at tey ungu hava eisini atkvøtt fyri hesum lagnum, sigur Simme við Sosialin.
Lagið gjørdist greiður vinnari framman fyri Vinir, hjá Fríbjørg Jensen í útgávuni hjá Margit Petersen og Omma við Símun Konoy og Beintu Clouthier, ið lógu ájavnt á 2. plássi.
Livandi lag
Tað var stak hugnaligt at hoyra, at Útvarpið hevði spent seg út og fingið Simma við manningini Aggu Mouritsen og Leivi hjá Fridtleifi í upprunaliga hølið, har lagið var spælt inn í Losjuni í Havn. Við sær á bassi høvdu Simme, Aggu og Leivur, Fróða Sandoy. Á upprunaligu upptøkuni spældi Poli Debess úr Kollafirði við. Hetta varð ein ótrúliga góð byrjan uppá Spæl Føroyskt Dagin, serliga tí talan er um eina sprell livandi landaplágu, ið tí hóskandi varð framførd livandi.
Fyrsta frá Simma
Simme hevur í eitt mannaminnið ríka føroyskan tónleik, men Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni var fyrsta útgávan hjá The grand old man í føroyskum tónleiki. Útgávan kom sambært Simma í lag, tí Hansemann Tórgarð vildi tað soleiðis.
– Hansemann Tórgarð hevði visiónir og royndi at spæla plátur inn. Hann hoyrdi um hvat gekk fyri seg við føroyskum tónleiki, og har var nokk ikki so nógv at velja í, so hann var eftir mær at koma og spæla inn.
Útgerðin var ikki tann stóra og upptøkurnar vórðu gjørdar í Losjuni, tí har stóð eitt klaver.
Sang við einum lunga
Leivur Johannesen eigur eyðkendu røddina á lagnum. Hann sang lagið stutt eftir, at hann var sloppin út av sanatoriuminum. Eina lunga riggaði ikki, og tí varð sangurin sungin inn við megini frá einum lunga. Simme metir røddina hjá Leivi vera ein av høvuðsorsøkunum, at gamla upptøkan enn ljómar í Útvarpinum.
– Hatta er jú ikki ein genial innspæling, orsøkin til, at plátan verður spæld enn er góða lagið og orðini hjá Birna Dam og røddin hjá Leivi, sigur Simme. Hann metir, at ivasama góðskan á upptøkuni kann vera ein av orsøkunum til, at Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni ikki fangaði uttanlands á sama hátt sum t.d. Rasmus gjørdi.
– Lagið hevur altíð riggað væl eisini, tá tað er spælt uttanlands. Edvard Nyholm Debess fortaldi, at hann á eini konsert í New York hevði spælt sær við lagið á eini konsert, bara soleiðis afturat restini av skránni, og at har var ein dama komin til teirra sum helt, at tað var góður tónleikur, ið teir spældu. Tað vísti seg, at hon tosaði um Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni, greiður Simme frá.
Spælt inn av tilvild
At tað júst gjørdist Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni, ið varð fyrsta lagið, ið Simme spældi inn, var meira av tilvild enn nakað annað.
– Eg haldi, at tað mundi vera, tí at hetta lagið var tað, sum var mest liðugt tá, sigur Simme.
Tað var svágur Simma, Birni Dam, ið hevði gjørt lagið og orðini, og Simme er ikki seinur, at geva Birna rós fyri arbeiðið.
– Birni var ein øgiliga góður sangskrivari. Eg veit ikki hvat rørdi seg í Birna. Í hesum lagnum lýsir hann ungdómslívið, sum tað var tá í 1956. Havnin sá annarleiðis út, býurin gekk oman frá Plantasjuni og har gekk man og mól aftur og fram.
Løgdu lunnar undir føroyskan tónleik
Tá Simme og teir byrjaðu at gera tónleik, var ikki so nógvur tónleikur at hoyra í Føroyum. Tað mesta, ið tey hoyrdu vóru sangir úr Norra. Hetta var jú, áðrenn Útvarpið byrjaði at senda. Fólk sum Simme og Hansemann Tórgarð vóru við til at leggja lunnar undir føroyskan tónleik, og Simme hevur verið ein virkin leikari á hesum palli líka síðan.
Simme man hava spælt Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni fleiri túsund ferðir í veitslum, til dans og í venjingarhølinum, men hann er ikki troyttur av lagnum.
– Eg havi ongantíð hugsað um tað, men tað er altíð stuttligt at spæla Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni, summi av hinum løgunum, sum vit spæla, kunnu gerast eitt sindur tung onkuntíð, men Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni riggar altíð.
Tað er tað eingin ivi um, Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni riggar altíð. Tað eru fá veitsluborðhald uttan at hesin sangur er ein av teimum bestu. Stutt sagt hetta er landaplágan yvir allar.
Eitt sunnukvøld í plantasjuni
Eitt sunnukvøld í plantasjuni,
har sita tvey lið um lið.
Ein genta og ein drongur,
nei, nú orki eg ikki longur.
Eg aftan fyri tey lá
eitt sunnukvøld í plantasjuni.
Tey tosa um stjørnur og mána
sita eina løtu og gána,
men so loypa tey upp við ein hvøkk
– tað var nakað, sum gjørdi tey kløkk.
Hetta aftan fyri tey lá
eitt sunnukvøld í plantasjuni.
O góða, o góða, kom og set teg her hjá mær!
O góða, o góða, kom nú, meðan slett eingin sær.
Her er so góður friður, so tú kanst seta teg niður,
:,: her er so gott og so hugnaligt,
tí tú ert mær so fitt so fitt :,:
Eg fjaldur undir greinunum lá
fyri tey meg ei skuldu sjá,
men so kom eg til at bróta eina grein,
so tað runt um plantasjuna hvein.
Tað var hetta sum gjørdi tey kløkk
eitt sunnukvøld í plantasjuni.
Orð & Lag: Birni Dam