Eg stúrsaði við, tá eg fyrst í flaggstríðnum las lesarabræv hjá Poul Michelsen, ikki tí hann ákærdi løgmann og Bjarna Djurholm fyri at lumpa, men tí tað hevði eina ræðandi avdúking. Hesin royndi politikari greiddi uttan himpr frá, at hann hevði atkvøtt fyri fíggjarlógini uttan at hava lisið annað enn tal-tilfarið. Hansara pástandur var enntá, at flest allir hinir tinglimirnir við honum høvdu gjørt tað sama, altso: viðtikið eina lóg, ið teir ikki kendu innihaldið í og avleiðingarnar av.
Hetta er ein ræðandi tanki, at okkara lóggevandi vald viðtekur lógir í blindum. Eg setti mær fyri, at finna útav, um støðan veruliga var soleiðis, sum Poul Michelsen segði, ella um hann var undantakið. Eg ringdi tí til politikarar í bæði andstøðu og samgongu, og spurdi um teir høvdu atkvøtt í atkvøðugreiðslum um lógir, ið teir ikki høvdu lisið. Allir viðgingu, at tað høvdu teir. Onkur vildi tó vera við, at tey altíð høvdu sett seg inn í lógirnar, áðrenn tey atkvøddu fyri teimum. Undanførslurnar hjá flest øllum tinglimunum, ið eg ringdi til vóru øgiligar. Eitt, ið fer eftir ferð varð ført fram, var at flokkarnir hava ábyrgdarpersónar, ið røkja hvør sítt øki, og hesir seta seg inn í málið vegna allan flokkin. Men her liggur eitt øgiligt álit á floksfelagarnar, bæði á teirra samvitsku og teirra førleika at seta seg inn í málini, størri álit enn eg havi á nógvar tinglimir. Útbreidda meiningin var tann, at eg lesi so nógv, sum eg fái tíð til, restina lesur onkur annar.
Hetta gevur møguleikar fyri at manipulera. Í prinsippinum kann t.d. formaðurin í fíggjarnevndini seinkað fíggjarlógini heilt tilvitað, soleiðis at tingið ikki hevur stundir at lesa hana. Hetta kann hann uttan trupulleikar gera, tí tingið atkvøður glaðbeint fyri ella ímóti, í vónini um, at onkur hevur lisið lógina.