AME: Gott leygarkvøld

Leygardagsskráin á stóra AME tiltakinum boðaði frá góðum og kvøldið gjørdist eisini ein góð tónleikalig uppliving

 

Leygardagsskráini lokkaði munandi fleiri fólk í Norðurlandahúsið enn fríggjakvøldsskráin, hetta var heldur ikki undrunavert, tí við nøvnum sum Lenu Anderssen, Høgna Lisberg, Dejavu og Eivør er talan um eina sera sterka skrá.

Lena og Niclas høvdu fingið uppgávuna at fara fyrst á AME-pallin leygarkvøldið.

Føroysk/kanadiska songkvinnan er júst liðug við at ljóðblanda komandi fløguna, og at meta eftir nýggju løgunum, ið Lena spældi hetta kvøldið, so verður talan um eina spennandi fløgu.

Tá Lena upprunaliga átti at verið farin á pall, var einki fólk møtt upp, og tí valdu fyrireikararnir at bíða í ein hálvan tíma, men hóast hetta var ikki nógv fólk í salinum. Tá tey endiliga komu á pallin tyktist Lena heldur merkt av nervum serliga í fyrsta lagnum. Hetta sást serliga á kropsmálinum, tí Lena dansaði ein sera løgnan dans, ið als ikki sá flaterandi út.

Lena og Niclas høvdu Jákup Zachariassen við sær á steelguitar í fyrsta lagnum. Hetta gav eina góða effekt, tá Jakup gandaði tónar burtur úr steelguitarin.

Framførslan hjá Lenu var sum heild góð, og hennara rødd var sum altíð fantastisk, men á stóra pallinum virkaðu Lena og Niclas øgiliga einsamøll, og tú saknaði sum áhoyrari eina størri ljóðmynd. Hetta gjørdist eitt sindur betur í síðsta lagnum, tá 6A á Skt. Frans skúla í Havn kom á pallin at syngja kór. Tílíkt riggar sera sjáldan, men hesaferð riggaði tað. Børnini vóru ósmæðin og sungu hjartaliga við. Tað sá flott út við so stórum kóri, og tað ljóðaði uppaftur betur.

Mest inniliga løtan var, tá Lena spældi Stones In My Pocket, eitt øgiliga inniligt lag. Hetta lagið gjørdi, at Lena veruliga fangaði áskoðararnar, og hetta hoyrdist aftur í lagnum Who Am I, ið koma aftaná, har livdu og klappaðu áskoðararnir við.

 

Eksperimenterandi ampoppur
Íslendsku Ampop var næsti bólkur á AME-pallin leygarkvøldið, teir byrjaðu friðarliga. Men síðani koyrdu teir á motorin og hóast teir bert eru 3 mans, so fyltu teir stóra salin.

Tónleikurin er rútmiskt eksperimenterandi og eisini øðrvísi á so mangan annan hátt. Talan er tó um rocktónleik, men av serligum slag. Til tíðir droymandi ljómborð, hóast løgini ikki er so droymandi. Hetta er íslendskur rockur. Kanska sofistikeraður punkur til tíðir. Sjálvir hava teir eyðmerkt tónleikin við stutt og greitt at nevna hann ampop!

Teir endaðu við einum braki, eftir eina fína framførslu, og ein kann ikki annað, enn siga, at hetta var veruliga gott! Og tað tóktist, sum lurtarafjøldin – sum enn ikki var fullmannað, tí føroyingar koma sjáldan til ásetta tíð –  gav eisini Ampop lógvabrestir, ið bóru boð um, at fjøldin vildi fagna bólkinum fyri sítt avrik.

 

Trygg framførsla
Tá Dejavu kemur á pall, veit ein so nøkulunda hvat ein kann vænta. Byrjanin var eisini droymandi. Líggjas við berum yvirkroppi og Flóvin í skipstroyggju. Kanska eisini umboðandi fyri stóru víddina í tónleikinum. Hóast Dejavu hava egnan stíl og sound, so spenna teir víða. Bólkurin borgaði fyri tryggari framførslu og gestasangarinnan Ása hóskaði væl inn í myndina.

Góður bólkur, góð løg. Og  Benjamin á guitara, har hann kryddaði framførsluna, umframt at spæla solo til UG, gjørdi alt bara nógv betri.

Ein væl samansjóvaður bólkur, ið stendur tryggur, og sum enn flytir seg, hóast bólkurin langt síðani hevur funnið seg sjálvan og sín stíl.

 

Hetta var gott!!
Høgni og hansara menn byrjaðu heilt frammi á pallinum, har allir stóðu lið um lið. Lívligt frá byrjan. Tað sást og hoyrdist beinanveg, at hetta bleiv ein góð framførsla. Høgni við sangi, guitara og munnhørpu.

Nøkur nýggj løg vóru á sangskránni og tey sótu væl, hóast tað ofta er torført at meta, tá ein hoyrir løg fyrstu ferð framførd live á palli.

Høgni og hansara menn gerast betri og betri. Ein væl spælandi og væl samanspældur bólkur. Orka í framførsluni, har teir veruliga tóktust at hugna sær. Hetta var gott!! Hvørki meira ella minni.

Og Høgni Lisberg fekk somikið av lógvabrestum, at verturin, Elin Heinesen, mátti vita, um áhugi var fyri einum eykalag, og so spældu teir lagið Just Dig, sum fleiri óivað bíðaðu eftir, Eitt ómetaliga vælsvingandi lag, ið fellur væl í oyruni.

Høgni og hansara menn eru á veg frameftir og tykjast menna seg sum bólk.

 

Eivør er Eivør
Eivør er kend fyri bergtakandi sang og framførslur. Hon kom á pall í flottum kjóla og við trummu í hond. Fyrsta lagið var kvæðalag, har spælt var uppá tað rútmiska og tað at gera eina flotta ljóðmynd undir. Hetta sat avbera væl. Og bæði búni og framførsla skaptu beinanveg eitt ávíst huglag í salinum.

Síðani kom eitt lag við enskum teksti. Hetta kendist ikki í fyrstu syftu sum eitt eyðkent Eivør-lag, men tað riggaði væl.

Lagið Livandi Trø tóktist leggja seg upp at írskum tónleiki og har var sving í. Eisini hetta riggaði væl og kanska var tað íblástur úr Írlandi, har Eivør arbeiðir við síni komandi fløgu, ið her hoyrdist aftur.

You are All var flott lag, har fiólleikari eisini kom á pallin. Stilt og yndisligt lag, og tá lagið var í hæddini, var hetta ein flott ljóðmynd.

Eivør sang eisini vinnaralagið, sum hon vann AME-sangskrivarakappingina við. Grát Ei er vakurt lag, ið kanska byggir meira á tað vísukenda, ið Eivør áður hevur fingist við.

Nú brennur tú í mær, sang Eivør, og tá hevði hon langt síðani brent seg inn í lurtarafjøldina og tað kundi sæð út, sum hevði hon eisini brent seg fasta í hugaheimin hjá útlendsku gestunum, ið tóktust sera hugtiknir hesa løtuna.

Síðani fór hon og manningin og ein dansari beint í ein villan indiánaradans. Her var bæði fyri eygu og oyru.

Eivør hevði góða manning, kórsangarar og fiólleikara. Her var alt uppá pláss. Eivør prógvaði ikki bara røddina, men eisini, at hon spennir víða frá villum til tað yndisliga. Hon flytir seg sum listafólk og er meira enn sangarinna, tí á palli fyllir hon rúmið; bæði tá talan er um tað, sum oyruni skulu hava og um tað, ið eyguni skulu hava. Tað verður alt meir ein total-uppliving.

Nýggja tilfarið er øðrvísi og boðar frá góðum, nú vit við spenningi kunnu bíða eftir nýggjari fløgu frá Eivør Pálsdóttir. Fløgan kemur um stutta tíð, og Eivør prógvaði leygarkvøldið, at hon er ikki vorðin keðiligari á palli, og at hon torir at ganga nýggjar leiðir og royna vegir, ið hon ikki er von at ganga.

Lógvabrestirnir eftir fantastisku framførsluna boðaðu eisini frá, at lurtararnir vildu hava meira, og Eivør og Magnus endaðu framførsluna friðarliga og gott.

 

Serstakur tónleikur
Sum frásøgukonan Elin Heinesen boðaði frá á pallinum, so er norski bólkurin Grand Island ein samansett samanrenning av so mongum, bæði hvat viðvíkur stíli og ljóði og ljóðførum.

Sermerkt er, at teir hava banjoleikara við og undirritaði hevur ongantíð hoyrt banjo nýtta, tá talan er um so grótharðan tónleik, sum hesir guttarnir spæla.

Talan er um sera harðan tónleik, ið als ikki “gongur reint inn”.

Hetta er serstakur tónleikur, men dugur er í, tó at tað ikki er fyri veikar sálir. Kanska er hetta heldur til júst tey, ið eru til júst slíkan tónleik. Har er líkasum ongin millumvegur.

Frammi við pallin kendist og sást, hvussu intens framførslan var, men tíverri var tómligt á gólvinum hesa løtuna.

Grand Island kemur við fløgu í næstum, ið verður givin út í fleiri londum.

 

Die Dumme Dänen
Hetta er bólkur, sum vinnur fram í Danmark við sjey míla ferð. Og talan er eisini um orkumiklan tónleik. Tung rútma og skjótt rapp. Orka, brús og bassur, ið setur at hjartanum, um ein stendur tætt við pallin. Tungur guitari og super skjótt rapp.

Nei, hesir eru ikki býttir, men vita hvat teir gera. Men tað vita kanska ikki so nógvir føroyingar, tí eisini nú var tómligt á gólvinum.

Tað var, sum var fjøldin á gólvinum komin fyri at lurta sínum egnu, og ikki dugdi somikið av fólkaskikki, at lurtað bleiv eftir útlendsku gestunum eisini.

Men Die Dumme Dänen tóktust ikki at lata við seg koma av hesum, men høvdu eina framførslu, ið var professionell, orkumikil og har alt gekk við fullari ferð fyri fullum seglum.

Atlantic Music Event konsertirnar komu at enda og eftir stendur, at leygarkvøldið hevði stjørnustatus. Men hóast fleiri fólk lurtaðu, enn fríggjakvøldið, so høvdu fleiri passað inn.

Kanska hava fólk ikki rættiliga fangað enn, at talan er um konsert, tí tiltakið hevur verið væl lýst og nógv umrøtt, men kanska ikki sum konsert, men sum ein “showcase” og annað slíkt, og tað skulu kanska meira jarðbundin orð til, fyri at lokka fleiri føroyingar frá húsum.

Leave a Reply

Your email address will not be published.