Teigur í Vinnuvitan, ið eg játtaði at luttaka í
Brúkarin hesaferð:
Navn: Niels Uni Dam
Ættaður: úr Tórshavn
Útbúgving: Cand. Comm við lærda háskúlan í Roskilde
Størv og royndir: Samskiftisfólk hjá Tórshavnar kommunu, nógv ymiskt samskiftisarbeiði fyri fyritøkur og privat.
Núverandi starv: Blaðfólk í Miðlahúsinum í Vágsbotni við ábyrgd fyri planet.fo
El-tól:
Fartelefon: Nokia 6111
Telda: Dell Inspiron 510m
Sjónvarp: Philips
Stereo: Panasonic SA-PM25 í tí einu stovuni og JVC QL-A5 plátuspælara við Sony F245R forsterkara og B&O Beovox CX100 hátalarum í hinari stovuni. Eg veit væl, at hetta er eitt øgiligt miks maks.
Myndatól: Olympus Camedia
Mp3 spælari:ongan
DVD spælari: LG V9700
Samskifti:
Sjónvarpsrás: Eg zappi nógv, men á hvør sín hátt nøkta DR2 og Kanal 5 mín tørv á vitan og undirhaldi
Útvarpsrás: P3 og ÚF
Heimasíður: Eg eri á netinum allan dagin, so har eru nógvar heimasíður, men tær eg vitji mest eru portal.fo, planet.fo, soccernet.com, eb.dk, thesun.co.uk, myspace.com, f1.com, chelseafc.com og google.com.
Blað: Lesið nærum ikki bløð, alnetið nøktar tann tørvin, plagi tó at keypa F1, tá eg skal flúgva.
Avís: Nyhedsavisen og Sosialurin
Hvat var síðsta fløgan tú keypti og dámdi? Eg keypi ikki nógvar fløgur, men tann seinasta eg fekk, sum mær dámdi er úr Maskinrúminum hjá Kaj Klein, hetta er ein fantastisk 3 dupult fløga.
Hvat var síðsti filmurin tú sást og sum tær dámdi? Shipping News, sá hann akkurát aftur á TV1000, dámdi hann ikki fyrstu ferð, men hesaferð riggaði hann.
Hvat var síðsta bókin tú keypti og sum tær dámdi? Álvur og hermannapápin, jólagáva til miðlinga sonin. Álvur Ákason er ikki at kimsa at.
Heimið:
Hvar býrt tú? Í eini íbúð á 3. hædd í síðugøtu til Holmbladsgade á Amager
Bilur: Hyundai Atoz Prime, hetta var bíligasti nýggi bilurin á marknaðinum, tá eg keypti bil.
Bátur: Eg havi ongan bát
Hvat er títt yndisinnbúgv: Mín sofa – ikki tí at hon er nakað serligt, men tí hon er ein sofa, og ein sofa er ein sofa. Eg elski annars mína fløgukommodu, ið tó er um at gerast ov lítil.
Yndislistaverk ella fólk: Mær dámar avbera væl, eitt verk hjá Jack Kampmann, sum hongur á Listasavninum á Sandi, tað eitur Kona listamansins, og avmyndar konu listamansins. Hetta verk hevur eina friðsælu yvir sær, ið talar til mín.
Matur og drekka:
Kaffe: Espresso og tað skal vera á kaffistovu
Te: Typhoo te hevur munin
Øl: Føroya Bjór Gull
Vín: Eg búgvi uppi á hjá einum vínhandlara, og hevði eitt skiftið ábyrgdina av víninum í míni tí krambakallur, so hetta skuldi verið nemt. Men eg havi satt at siga ikki nakrar serliga preferansur. Eg keypi vanliga ikki ov bílígt vín, men heldur ikki ov dýrt. Tá Frakland royndarsprongdi atombumbur, gavst eg við at keypa franskt vín. Keypi ofta italskt.
Sterkur løður: Leggi lítið í sterkan løg óblandaðan, men ein White Russian við Kaluha, vodka, mjólk og ísi er yndisdrykkurin
Sodavatn: 7UP ella Pepsi
Góðgæti: Eg elski Estrella Sticks, ella Taffel Pinde sum tað æt, tá eg byrjaði at elska teir. Annars er Toffefee og M&M’s í gulum pakkum eisini sera gott.
Vistfrøði ella ikki? Uttan iva vistfrøði, ein av fyrimununum við at búgva í Danmark er lætta atgongdin til vistfrøðiligar vørur
Yndisrættur? Ræst kjøt, men teilendskur matur er annars frálíkur
Klæðir:
Ur: Eg havi eitt Swatch ur, men brúki tað ongantíð longur, fartelefonin er eitt ur.
Skógvar: Blend
Kovboy buksur: Blend Denim sum mamma keypti mær í føðingardagsgávu eru mínar einastu koyboy buksur
Blus: Jack & Jones ein stríput, myrkagrá, ljósagrá og reyð
Klædning: Ein ljósagráur Brubaker
Undirklæðir: Symfoni
Kroppurin:
Tannkrem: Aquafresh
Perfuma: eingin
Deodorant: Calvin Klein – Crave
Moisturizer: eingin
Hársápu: Wash & Go
Hárvørur: Dax Wax men brúki tað nærum ongantíð
Hvør fríðkar tær hárið? Kona mín
Hvussu ofta verður títt hár fríðkað? Tá tað er alneyðugt
Aðrar yndis vørur:
Hvat er tín yndisfrítíðarstaður? Nazaré í Portugal
Hvat er títt yndisgistingarhús? Hotel Føroyar, minnini um eina sera hugnaliga brúðarnátt geva Hotel Føroyum eitt serligt pláss í mínum hjarta.
Síðsta íløga: Eini raðhús undir Kongavarða
Neyðugur oyðslulutur: Haldi meg ikki hava tílíkar