Sungu og spældu í 24 tímar

Kórleiðarin hjá Ungum Stjørnuskotum var sannførdur um, at allir sangarar og tónleikarar, ið luttóku á 24 tímar konsertini herfyri hava gjørt framstig av upplivingini.

 

Ung Stjørnuskot spældu herfyri 24 tímar konsert í Posthúskjallaranum. Konsertin byrjaði kl. 20 fríggjakvøld og helt fram til kl. 20 leygarkvøld. Einastu steðgirnir vóru meðan ein tónleikari ella sangari fór av pallinum og ein annar kom á ístaðin. Planet.fo var tvær ferðir á gátt hesar 24 tímarnar.

Fyrsta vitjanin av um kl. 1 um náttina, tá vóru hølini á tremur við fólki, ið vóru komin at lýða á Ungu Stjørnuskotini. Hýrurin var enn sera góður millum tey, ið framførdu og tey, ið lýddu á. Ungu Stjørnuskotini lótu væl at fyrstu 5 tímunum. Eitt av Stjørnuskotunum staðfesti, at alt gekk uppá stás. Onkur var farin útum í Tórsgøtu at svala sær á, men eisini her var góður hýrur.

Hølini hildu á fram við at vera væl vitjað heilt til kl. 5 um morgunin og frá kl. 20 til 3.30 var fult hús, greiddi kórleiðarin Sigrið Sivertsen frá, tá vit aftur komu á gátt beint fyri middag leygardag. Nú var bert ein áhoyrari umframt blaðmannin, men sambært Sigrið hevði alla tíðina verið onkur áhoyrari.

 

 

Ovfarakæti bar tey

Ung Stjørnuskot høvdu tá framført í út við 16 tímar uttan steðg, men tyktust enn at vera væl fyri. Gospel tónleikurin ljómaði út ímóti okkum, eitt stórt kór sang av hjartans lyst og hýrurin var góður
Kórleiðarin rópti á tey:

– Kom nú! Nú er bara ein vanligur arbeiðsdagur eftir! Henda upplýsing tyktist at gera hýrin uppaftur betur. Framførslan hevði ein nerva og høgan intensitet, ið mestur kom av ovfarakæti ella onkrum líknandi.

– Tú kemur akkurát, nú vit eru við at fáa lív í aftur, segði Sigrið og helt fram
– Vit hava havt eina down periodu frá umleið kl. 7, men nú byrja tey at vakna aftur, men var skjót at leggja afturat, at sangurin alla tíðina hevði ljómað.

 

Eingin megnaði allan teinin
Fleiri av tónleikarunum og sangarunum høvdu hildið leingið á, men tá vit komu á gátt, var tað bert tann eina gentan, ið hevði verið vakin alla tíðina. Hon fór tó stutt eftir heim ein túr, og so kundi staðfestasta, at eingin megnaði allar 24 tímarnar.

Ungu Stjørnuskotini megnaðu tó málið, at spæla í 24 tímar uttan steðg, eftir kl. 15 var aftur fult hølið, og ovfarakætið gjørdist størri, og bar móðu unglingarnar heilt til kl. 20. Flest øll høvdu bert sovið ein tíma ella báðar tveir, frá tey fóru upp fríggjamorgunin til tey góvust leygarkvøldið.

Sigrið sigur við Planet.fo, tá vit fáa orð á hana, nú eitt sindur er fráliðið, at hon ikki er greið yvir, hvussu nógv løg vóru spæld, men fleiri hundrað metur hon.

– Tað er trupult at siga, um náttina gjørdist tað nógv jam og vit hava ikki gjørt nakað yvirlit, yvir hvussu nógv vit spældu, men fleiri nógv løg vóru spæld fleiri ferðir, greiðir hon frá.

Kórleiðarin var sera væl nøgd við tiltakið, og hevði varhugan av, at øll tey ungu somuleiðis vóru væl nøgd.

– Eg haldi, at tey øll eru ment sum sangarar, øll hava gjørt framstig, bæði tey royndu og tey, sum kanska fyrstu ferð royndu seg sum solist. Eg haldi, at øll vóru samd um, at tá tað ber til at halda geistin uppi, tá tú ert móður og syngur fyri nærum ongum áskoðarum, so ber lættari til at halda geistin uppi á vanligum konsertum, sigur Sigrið.

Leave a Reply

Your email address will not be published.