90% av lesarunum á eb.dk meta at atkvøðuskipanin í Eurovision má broytast, eftir at Eysturevropa domineraði úrslitini í hálvfinaluni.
Tað gjørdust tey eysturevropeisku londini, ið vórðu sigursharrar í Eurovision ella Melodi Grand Prix hálvfinaluni í gjárkvøldið. Níggju av teimum tíggju londunum, ið sungu seg í finaluna vóru úr Eysturevropa. Turkaland var einasta landið, ið kom víðari úr hálvfinaluni, ið ikki var úr Eysturevropa. Í Danmark eru fólk í øðini, eb.dk skrivar um eina eysturevropeiska Melodi Grand Prix Mafiu. Eirikkur Hauksson, ið luttók fyri Ísland er sera bersøgin. Hann sigur við eb.dk, at hann er glaður, at signalið var somikið greitt.
– Eurovison er bert fyri Eysturevropa, og eg ætli mær hvørki at luttaka ella hyggja at kappingini aftur. Hauksson verður mettur, sum ein av fremstu Eurovision serfrøðingunum og hevur luttikið í finaluni 4 ferðir.
Danska íkastið til finaluna DQ, hevði eina heldur lunkaða framførslu, og var neyvan serliga tryggur í finaluni óansæð, og í mun til sín íslendska kollega, er hann meira varðin við ikki at siga ov nógv.
Á heimasíðuni eb.dk kunnu lesararnir atkvøða um ymiskt, og meirilutin er sera misnøgdur við úrslitið. Í morgun áðrenn prentbyrjan hjá okkum, hildu:
71% at danska lagið átti at verið komið víðari
90% at atkvøðuskipanin má broytast
68% at úrslitið í hálvfinaluni var orsakað av beinleiðis snýti
Meðan einans 17% ætla sær at hyggja at finaluni leygardagin, og einans 26% fara at fylgja við komandi ár. Fyri Eurovision eru hesi tøl einki minnið enn ein gøla, og væntast kann tí, at okkurt verður gjørt, áðrenn Eurovision verður hildið aftur.
Tey londini ið komu í finaluna eru: Bulgaria, Hvítarussland, Georgia, Serbia, Makedonia, Ungarn, Slovenia, Letland, Moldova og Turkaland Í finaluni skulu hesi løg kappast við tey 14, ið frammanundan eru í finaluni, tey seks eysturevropeisku londini: Bosnia og Hersegovina, Litava, Ukraina, Russland, Rumenia og Armenia. Sostatt vera 16 av 24 løgum úr Eysturevropa. Umframt hesi vera Spania, Írland, Finland, Grikkaland, Svøríki, Frakland, Týskland og Ongland í finaluni leygardagin.
Sjónvarp Føroya sendur finaluna beinleiðis kl. 20.