Tað gjørdist Serbia, ið vann Eurovision finaluna leygarkvøldið. Ein 22 ára gomul kvinna setti øll hini londini á pláss.
Eurovision
22 ára gamla Marija Serifovic sang sangin Molitva so sannførandi, at Eurovision næsta ár verður hildið í Serbia. Ílatin mannfólkaklæði, minti Marija mest um Roy Orbison. Hon var á onkran hátt júst tað umvenda av donsku DQ og ukrainsku Verka Serduchka, ið vóru menn latnir í sum kvinnur. Hóast stigamunurin til endans var rættiliga stórur niður til Ukraina á øðrum plássi, so var rættiliga spennandi í løtum.
Annars var talan um eitt sera fjøllbroytt Eurovision tiltak, og tey, ið spáddu, at Eurovision var broytt fyri altíð, við sigrinum hjá Lordi høvdu rætt. Her var rokkur, poppur, fólkatónleikur og nógv ymiskt.
Eysturevropa vann
Eins og spátt frammanundan vóru tað tey Eysturevropeisku londini, ið domineraðu, einastu lond í top 14, sum ikki vóru úr Eysturevropa vóru Turkaland á fjórða plássi og Grikkaland á sjeynda plássi. Verður reglugerðin tann sama í komandi ár, sum í ár, koma tey fremstu 14 londini beinleiðis í finaluna, meðan hini skulu í eina hálvfinalu. Londini í Vesturevropa áttu tyngra endan av tabellini, frá 17. plássi og uppeftir. Einasta eysturevropeiska land, ið blandaði seg í hetta stríðið var Littava á 21. plássi.
Grannaatkvøður hava altíð verið galdandi í Eurovision, serliga Noðrurlond og lond í Suðurevropa hava verið hervilig til hetta. Men nú somikið nógv lond úr Eysturevropa luttaka, ið hava eina kenslu av felagasskapi, so gerst hesin trendurin so øgiliga dominerandi.
Danir atkvøddu fyri grannum
Serliga í Danmark hava atfinningarnar ímóti grannaatkvøðunum verið harðar. Men danir vóru ikki petti frægari sjálvir, við sum vant at geva hinum Norðurlondunum (í hesum førinum var bert eitt, nevniliga Svøríki) fult stigatal. Danska Ekstra Bladet hevur gingið á odda við sínum atfinningum, og nú leggur blaðið eftir vinnarasanginum, ið blaðið metur vera eitt kopi av einum albanskum sangi, ið kappaðist í fjør. Videobrotið, ið blaðið brúkar sum próvførslu er tó alt annað enn sannførandi.
Úrslit Land Stig
1 Serbia 268
2 Ukraina 235
3 Russland 207
4 Turkaland 163
5 Bulgaria 157
6 Hvítarussland 145
7 Grikkaland 139
8 Armenia 138
9 Ungarn 128
10 Moldova 109
11 Bosnia/Hersegovina 106
12 Georgia 97
13 Rumenia 84
14 Makedonia 73
15 Slovenia 66
16 Lettland 54
17 Finnland 53
18 Svøríki 51
19 Týskland 49
20 Spania 43
21 Litava 28
22 Frakland 19
23 Stóra Bretland 19
24 Írland 5