Fleiri útgávur enn nakrantíð áður

Plátufelagið Tutl væntar, at felagið í ár fer at geva út fleiri fløgur enn nakrantíð áður. Við 30 árum á baki er Tutl vorðið eitt effektivari felag, og hetta ger felagið áhugavert fyri nýggj sum gomul tónleikanøvn úr Føroyum og útlandinum.

 

Plátufelagið Tutl fyllur í ár 30 ár, og sambært stovnarunum og enn dagliga leiðaranum Kristian Blak verður hetta eitt ár við sera nógvum virksemi. Kristian sigur, at hetta árið fer felagið at geva fleiri útgávur út, enn nakrantíð áður.

– Sum er eru 26 fløgur og ein DVD í gerð. Og fleiri koma heilt víst afturat seinni í ár, sigur Kristian, ið gleðist um nógva virksemið.

 

Seks fløgur higartil

Higartil í ár eru seks fløgur komnar út. Fyrsta útgávan, Askur hjá Yggdrasil kom út fyrst í januar, í februar komu fløgurnar hjá Pandemonium hjá Sic og Edelweiss hjá Rasmusi Rasmussen, í apríl kom trífløgan hjá Kaj Klein úr Maskinrúminum og í síðstu viku gav Teitur fløguna Káta Hornið út. Nýggjasta útgávan, A Beam Of Light hjá Tjant kemur í næstum í sølubúðirnar.

 

Summar við nógvum virksemi

Sum vant er tað frá um summarið og út til jóltíðir, at flestu fløgurnar verða givnar út, og í ár er eisini so, í tíðarskeiðinum juni til august koma nógvar spennandi fløgur, higartil eru 20 fløgur á skránni.

Her eru útgávur við nýggjum spennandi nøvnum so sum Budam, Lawetz oddamanninum Høgna Reistrup,  Kvonn við Angeliku Nielsen, Guðrið Hansdóttir, Jensinu Olsen, ið vann singer/songwriterkappingina hjá Hafnia Lounge, gittarsnillinginum Benjamini Petersen og fløgan hjá Jens L. Thomsen, m.a. við lagnum Fjøllini standa úti, ið fekk annaðpláss í sangskrivarakappingini hjá Atlantic MusicEvent.

 

Nýtt frá nýggjum og gomlum

Eisini eru nýggjar útgávur við royndum og kendum nøvnum so sum Jens Lisberg, Páll Finnur Páll, Kára Sverrisyni, Øssi Johannesen, Paula í Sandagerði og afturíaftur koman hjá Føroya fyrsta og besta veruliga elektroniska tónleikabólki Maður:Glotti.

Ein av mest forvitnisligu fløgunum, ið kemur út verður uttan iva Blak-60, ið er ein útgáva, ið Kristian Blak fekk í 60 ára gávu. Tað eru vinir og samstarvsfelagar hjá Kristiani, ið høvdu spælt fløguna inn fyri at heiðra mannin, ið ivaleyst hevur havt størri ávirkan á føroyskan tónleik enn nakar annar.

 

Útlendskar útgávur

Umframt allar føroysku fløgurnar gevur Tutl eisini útlendskar fløgur út. Nevnast kann tildømis, at fløgan, sum vann heiðurslønina sum besta fløga við fólkatónleiki á donsku fólkatónleikaheiðurslønini í mars, Akkrobakkus hjá Afenginn, er útgivin á føroyska plátufelagnum. Aftur í ár koma fleiri útlendskar útgávur. Higartil eru ein donsk, ein finsk, ein álendsk og ein estisk fløga á skránni, umframt at 3 fløgur við klassiskum tónleiki úr Bolivia møguliga verða givnar út á Tutl í næstum.

Umframt tær 26 fløgurnar verður eisini ein DVD við føroyskum dansi givin út.

 

Umskipa útbreiðsluliðið

Tutl hevur fyri stuttum umskipað sítt virksemi fyri at gera tað effektivari. Í hesum sambandi er plátufelagið farið í samstarv við Bókamiðsøluna um at taka sær av goymslu og útbreiðslu fyri seg

Kristian Blak greiður frá, at goymsluviðurskiftini hjá Tutl hava verið sera óstøðug í nógv ár. Tær 70.000 fløgurnar, ið felagið hevur á goymslu av 300 ymiskum útgávum, hava ferðast kring Føroyar frá stað til stað, uttan at hava eina veruliga fasta goymslu. Tí kom tað væl við, tá Magnus Tausen frá Lærarafelagnum setti seg í samband við Tutl og bjóðaði, at Bókamiðsølan kundi taka sær av at goyma og útbreiða fløgurnar úr goymsluhølunum hjá teimum á Hjalla.

– Hetta er ein góð avtala, goymslan er stabil, fólk eru dagliga tilstaðar og taka sær av henni. Hetta sparir okkum fyri eina rúgvu av arbeiði, ið kann brúkast til onnur ting, sigur Kristian.

 

Útgávu árið 2007

 

Januar

Yggdrasil -Askur

 

Februar

Sic – Pandemonium

Rasmus Rasmussen – Edelweiss

 

Apríl

Kaj Klein – Úr maskinrúminum

 

Mai

Teitur – Káta Hornið

Tjant – A Beam Of Light

 

 

Ætlaðar útgávur

 

Juni-juli

Budam

dupult DVD við føroyskum Dansi

Blak-60

Kvonn

Høgni Reistrup

Jens Lisberg

Qwenland (Finland)

Skrå (Áland)

EestiGrotto (Estland)

 

Juli-august

Guðrið Hansen

Jan Petersen

ULC (Danmark)

Jensina Olsen

Kári Sverrison

Jens L. Thomsen

Páll Finnur Páll

Øssur Johannesen

Maður Glotti #3

Pauli í Sandagerði – Lieder

Benjamin Petersen

White Raven

 

og møguliga 3 fløgur við klassiskum tónleiki úr Bolivia.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *