Leygarkvøldið gjørdu føroyingar innrás á Christiania, yvir 300 føroyingar komu saman í frístaðnum í Keypmannahavn har føroyskur dansur, føroyskur tónleikur og ein íslendskur trubadurur vóru á skránni.
Christiania er eitt óvanliga hugnaligt stað, ein frístaður mitt í Keypmannahavn har pláss er fyri teimum, ið ikki passa inn aðrastaðni, eitt stað har fólk ansar eftir hvør øðrum og hjálpist at. Tú kennir teg altíð væl móttiknan, tá tú kemur inn í frístaðin, og so var eisini fríggjakvøldið, tá vit komu yvir um brúnna um Voldina og inn gjøgnum “bakdyrnar” hjá Christiania. Eitt vakurt summarkvøld, vit hoyrdu tutl innan úr teimum smáu og hugnaligu húsunum, og langt burturi gjørdist ljóðið av tekno trummum spakuliga týðiligari.
Dansur í summarnáttini
Við hugnaliga og stuttliga spæliplássið, ið, áðrenn alt politirokið seinastu árini, var eitt væl vitjað mál fyri barnafamiljurnar á eitt nú Oyrasundskollegiinum, sótu tveir føroyingar og ballaðu sær eina sigarett. Vit heilsaðu uppá og gingu víðari. Vit komu framvið kelduni til teknoljóðið eini veitslu uttan fyri Månefiskeren, har nøkur hundrað fólk dansaðu og hugnaðu sær. Lukturin av hasji blandist við luktin av donskum summarið.
Á sjálvari Pusherstreet, har hasjhandilin plagdi at halda til í sølubúðum, var fest í eitt stórt bál, og ungfólk sótu rundan um tað og prátaðu. Ein friðsæla hvíldi yvir fólki. Klokkan var farin av 23.30, tá føroyski dansurin skuldi vera, so vit fóru inn í Operaen. Á veg upp gjøgnum trappurnar, møttu vit einum riðili av føroyingum. Fyriskiparin Edmund Sofus Jacobsen fremstur og honum á baki fólk frá dansifelagnum Fótatraðk og aðrir føroyingar.
– Kom vit fara at dansa við bálið, segði Edmund og skundaði sær framvið okkum. Tá vit komu oman aftur á gøtuna, var ringurin longu við at vaksa og fyrsta ørindið av Orminum Langa rungaði í Pusherstreet. Tilsamans mundu eini hálvthundrað føroyingar fara upp á gólv.
Ongar myndir takk
Við bálið sótu fólk still og lurtaðu, einki hóvasták, bara eygleiddu og nikkaðu við til stevið, einasta ferðin onkur reistist, var tá ein tók mynd av dansinum.
– Der må ikke fotograferes her, segði ein ungur maður við myndamannin og myndatólið varð pakkað burtur. Tá seinasta ørindið var kvøðið, klappaði bálfólkið og vit leitaðu inn í litføgru hølini í Operaini. Alsamt fyltust hølini, og tá Týr eina løtu seinni fór á pallin rann sveittin av pannini hjá barrvørunum, og fatølannleggi byrjaði at bukka undir fyri trýstinum av fleiri hundrað tystum føroyingum.
Ljóðið var so sum so, men Týr spældu við nógvari orku, og fólk hugnaði sær. Hesin bólkur hevur eina serliga støðu millum føroyingar, og kvæðarokkurin tykist at raka nógvar føroyingar beint í hjarta. Hesa løtuna kókaði frammanfyri pallin. Hóast ljósannleggið í Operaen ivaleyst er eldri enn Christiania og minnið enn flestu ljósannlegg, ið verða nýtt nú á døgum. So var ljósið hjá Týr óvanliga flott. Hetta komst av, at ljósmaðurin hjá Operaini ikki var komin hetta kvøldið, og Føroya nógv besti ljósmaður Egil B. Hansen, ið var komin á konsert, setti seg við knøttarnar. Tað var ótrúligt at síggja, hvussu nógv hann megnaði at fáa burturúr so lítlum. Eftir Týr tók onkur annar yvir við ljósknøttarnar, og hetta sást tíanverri.
Løgin skrá
Íslendski trubadurin Petur Bén var næstur á pall. Hann var júst afturkomin av SPOT-Festivalinum, har hann spældi í einum sjónleikarhúsi og fekk ikki færri enn seks av seks møguligum stjørnum frá ummælaranum í Gaffa. Hann er ein framúrskarandi sangari, ein feitur gittarleikari og hevur sítt heilt egna ljóð, men hóskar seg ivaleyst betur í einum sjónleikarahúsið enn í eini barr við fullum føroyingum. Leygarkvøldið hevði hann trupult við at fylla pallin eftir, at ein føroyskur tungmálmsbólkur hevði buldrað. Tað tyktist, stutt sagt, burturvið at leggja skránna soleiðis. Men Petur Bén vísti greitt hvussu feitur hann er, hetta hóast ikki nógv fólk lurtaði. Heldur ikki Boys In A Band fingu sama lív í, sum Týr hevði fingið. Men vístu eisini hví teir eru Føroya besti nýggi bólkur. Sum heild var kvøldið stak hugnaligt. Nógv fólk var komið saman, og tey hugnaðu sær. Skráin kundi verið uppbygd annarleiðis, t.d. við at tey bæði progressivu og kanska ikki líka fólkakæru nøvnini millum føroyingar, Petur Bén og Boys In A Band kundu verið farin fyrst á pall og Týr kundi endað tiltakið. Hetta hevði gjørt heildarupplivingina betri, og hevði ivaleyst eisini gjørt upplivingina hjá Petur Bén og Boys In A Band betri.
Christiania var einasti møguleikin
Náttarlívið millum føroyskar útisetar í Keypmannahavn hevur í nógv ár verið savnað um nøkur fá ávís støð. Føroyahúsið hevur verið fast stað í nógv ár, meðan støð sum gamla Gimlé á Islandsbrygge, Skarv, Jaques og Laurits Betjent hava í styttri ella longri tíðarskeið savnað nógvar føroyingar. Trupult hevur verið hjá nýggjum støðum at fáa fótafesti, og royndir við tiltøkum á støðum sum á Norðuratlantsbryggjuni, nýggja mentanarhúsinum í Islandsbrygge, Nørrebrohallen og Amager Bio hava havt heldur avmarkaða eydnu. Seinasta árið hevur serliga Skarv verið miðdepilin í føroyska náttarlívinum í Keypmannahavn og høvuðsorsøkin fyri hetta er Edmund Sofus Jacobsen, ið skipar fyri tónleikinum á Skarv. Edmund arbeiðir burturav við at fyriskipa tónleikatiltøk í Keypmannahavn og tað var eisini hann, ið skipaði fyri tiltakinum í Operaen á Christiania leygardagin. Hann sigur um orsøkina, til at tiltakið endaði á Christiania :
– At Operaen bleiv staðið leygarkvøldið, var tí at onki annað høli í Keypmannahavn var tøkt. Men hetta var ikki ein burturvið avgerð, tí tiltakið var væl vitjað við yvir 350 gestum, harav mundu ivaleyst eini 300 vera føroyingar. Fleiiri av hesum komu beinleiðis úr The Irish Pub á Støgnum, har dysturin millum Føroyar og Italia var vístur á stórskíggja, og millum hesi var hýrurin sera góður. Hetta prógvar, at um skráin er nóg spennandi, so kemur fólk. Hetta hava vit eisini fleiri ferð sæð í eitt nú VEGA, har t.d. Atlantic Music Event hevur savnað nógv fólk.
Í donskum sjónvarpi
Millum christianittar var áhugi fyri tiltakinum, og fleiri av íbúgvunum í frístaðnum vóru komnir á konsertina. Eisini sendi sjónvarpsrásin Christiania TV frá tiltakinum. Sjónvarpsstøðin sendir á Kanal København, ið sendur til meira enn eina millión møguligar hyggjarar í Keypmannahavn og rundan um. Men til ber eisini at fylgja gongdini á alnetinum. Á heimasíðuni www.catv.dk sendi kanalin beinleiðis frá tiltakinum í Operaen, og í næstum verður sendingin lagdar á heimasíðuna, at taka niður.