Eitt sindur føroyskur

Christian Lamhauge Holst spældi í dystinum móti Skotlandi sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar frá byrjan, og var ein av teimum bestu á vøllinum. Hóast Christian hevur búð í Danmark alt sítt lív, so metur hann, at hann er eitt sindur føroyskur og hevur nógv góð minnir úr Gundadali, har hann brúkti nógvar løtur sum barn.

 

Hann er heitasta navnið í føroyskum landsliðsfótbólti í løtuni . Vit hitta 25 ára gamla Lyngby leikaran Christian Lamhauge Holst uttan fyri kaféina Pixie á Eystarubrúgv.

– Eg eri eitt sindur heimleysur í løtuni. Eg flutti úr eini íbúð fyri eini viku síðan, og sleppi ikki inn í nýggju íbúðina fyrr enn í vikuskiftinum. So eg sovi hjá vinfólkum, og so eri eg nógv á hesi kaféini, greiður Christian frá.

Hetta er tætt við Parkina í Keypmannahavn, har Christian í komandi undankappingum, um lutakastið vil tað so, kann enda við at spæla móti sínum egnu landsmonnum.

 

Eitt sindur føroyskur

Hóast hann í barnaárunum var annað hvørt ár í Føroyum, og mamman er føroysk, so er eingin ivi um, at Christian er dani. Pápin er dani, og Christian hevur altíð búð í Danmark, fyrst á Thurø tætt við Svendborg og seinastu fimm árini í Keypmannahavn.

– Men eg eri eisini eitt sindur føroyskur. Mamma mín hevur sett sín dám á meg og eisini restin av føroysku familjuni. Tá eg var barn, vóru vit annað hvørt ár í Havn og ferðaðust, og eg havi nógv góð minnir frá teirri tíðini. Tað var altíð stuttligt hjá mær at vitja ommu og abba, tí tað var eitt fótbóltsheim, har tey hildu við HB. Eg brúkti nógvar løtur í Gundadali á ferðunum hjá mær til Føroyar, greiðir Christian frá.

Mammubeiggin Eyðfinn var ein av stóru stjørnunum í HB og landsliðsleikari eins og Christian.

 

Góðar upplivingar

Tá Christian fekk tilboðið um at spæla við føroyska landsliðnum frá táverandi føroyska landsliðsvenjaranum, Henriki Larsen, ivaðist hann onga løtu í at svara játtandi. Hetta hóast henda avgerð samstundis merkir, at hann ongantíð kann umboða danska landsliðið.

– Dreyminum um at sleppa á danska landsliðið hevði eg slept fimtan ár frammanundan, so tað spældi slettis ikki inn í avgerðina. Eg sá tað sum eina spennandi avbjóðing og ein møguleika fyri at fáa nakrar upplivingar, og tær hava eisini verið góðar, greiður Christian frá yvir um kaffiglasið.

Ein av hesum upplivingum var á Tórsvølli ímóti heimsmeistarunum úr Italia, tá Christian varð skiftur inn. Men hvussu er tað, hjá einum leikara úr næstbestu donsku deildini at skula spæla ímóti heimsmeistarunum?

 

Sum allir aðrir dystir

– Tað var ein risa uppliving! Innaní var eg átta ár aftur, eg hugsaði wauw, men royndi at goyma tað. Men tá eg kom á vøllin, so gloymdi eg alt um, at hetta vóru heimsstjørnuir. So tað var meira í tankunum og áðrenn eg slapp á vøllinum, at eg var ávirkaður av tí enn í veruleikanum. Satt at siga, so haldi eg ikki, hatta var nakað annarleiðis enn at spæla einhvønn annan dyst. Jú, tað er ein munur á, at tá vit spæla við Lyngby í Viasat Sport Divisionini, so hava vit bóltin alla tíðina, men tað hava vit ikki á landsliðnum, sjálvandi sæð burtur frá dystinum ímóti Skotlandi, sigur Christian flennandi.

Heima í Thurø eru foreldrini hjá Christiani bæði glað um luttøkuna á landsliðnum og errin av honum.

Ja, mamma mín var sera errin, tá hon hoyrdi, at eg skuldi umboða Føroyar á landsliðnum, men eisini pápi mín, sum er úr Keypmannahavn, var ótrúliga glaður mína vegna.

 

Ein góð tíð

Christian er í góðum lag, henda morgunin vit hitta hann, hann tykist nærum friðsælur. Tað er eingin loyna, at Christian neyvan man hava havt betur tíðarskeið á fótbóltsvøllinum enn júst nú. Í Føroyum hevur hann spælt móti Italia og Skotlandi, og í Danmark hevur hann við Lyngby leygardagin tryggjað uppflyting í fremstu donsku deildina.

– Henda vikan er fyrst og fremst farin við at taka sær av løttum og at feira úrslitið leygardagin. Kappingarárini hjá okkara deild og SAS ligaini liggja forskotin, so tí fáa vit nærum onga summarfrítíð. Tað er sjálvandi keðiligt, so nú uppflytingin er tryggjað, so leggja vit ikki ov nógv fyri við venjing og tílíkum.

 

Fótbóltur fingið alsamt størri pláss

Góðu upplivingarnar á vøllinum seinastu tíðina eitt fyribils klimaks á eitt eina fótbóltsyrkisleið, ið byrjaði í Thurø Boldklub, tá Christian var fýra ár. Hann helt fram í Thurø, til hann var 12 ár og flutti til Svendborg , ið var stóra felagið har á leið. Tá hann 20 ára gamal flutti til Keypmannahavnar, leitaði hann eftir onkrum felagi, har hann kundi spæla fótbólt og hugna sær við tí.

– Tað var ikki við ætlanum um at flyta upp í SAS ligaina fimm ár eftir, at eg flutti til Lyngby. Tað er bara komið av sær sjálvum, og fótbólturin hevur alsamt fingið størri pláss, greiður hann frá.

Christian er hálvtíðarprofessionellur í Lyngby, hann skal í næstum undir at samráðast um hvussu sáttmálin skal síggja út, tá felagið flytur upp í SAS ligaina, men hann hevur ynski um, at hann heldur fram á hálvari tíð.

 

Vil sleppa at læra

– Eg vil ikki, at fótbólturin skal fylla alt. Eg lesi til lærara, og tað ætli eg mær at gera meg lidnan við. Við ikki at vera fulla tíð, eru møguleikarnir størri fyri at gera útbúgvingina lidna, sigur hann.

Í ár hava, harða arbeiðið við at tryggja Lyngby pláss í bestu deildini og ferðin til Føroyar við landsliðnum, gjørt, at Christian ikki hevur tikið allar próvtøkurnar, ið annars vóru á skránni, men onkra próvtøku havi eg tikið í ár, og eg vænti, at kunna taka útbúgvingina eftir fýra ár í mun til tey trý, sum er vanligt.

Lærarayrkið er eitt yrki, sum Christiani dámar væl.

– Mær dámar at arbeiða við fólki. Eg vil ikki sita á míni fløtu. Eg vil hava menniskjaligar avbjóðingar, og so eri eg áhugaður í pedagogikki eisini. Mær hevur dámt væl praktikkin, ja, faktisk munandi betur enn skúlagongdina. Ofta er langt frá teori til praksis, og tað, sum vit læra á læraraskúlanum, kann onkuntíð tykjast nokkso abstrakt. Meðan praktikkin gevur meining. Tað er hart, men eisini gott.

 

Stuttligt at fáa rós

Meðan vit tøma síðstu kaffikopparnar í sólini uttanfyri Pixie, spyrji eg Christian um leysasøgurnar, ið bold.dk ber hendan morgunin, um at feløg í Onglandi og Hollandi eru áhugaði í honum eftir avrikið móti Skotlandi.

– Ja, hatta eru leysasøgur. Eg havi so einki hoyrt um tað. Hesa vikuna hugsi eg ikki um annað enn at gleðast um uppflytingina, og tað vil eg sleppa at gera í frið. Men tað er sjálvandi eitt herðaklapp og feitt at hoyra tílíkt, tí øllum dámar jú at fáa rós. Men sum er, dugi eg ikki at síggja, at eg skuldi fari frá Lyngby og útbúgvingini, men sjálvandi, man skal ongantíð siga ongantíð.

 

Fakta

Christian Lamhauge Holst er 25 ár

Hann býr í Keypmannahavn

Hann er sonur Berghild Lamhauge Holst ætta úr Havn og Hans Henrik Holst úr Keypmannahavn

Christian er uppvaksin í Thurø

Hann hevur umboðað fótbóltsfeløgini: Thurø Boldklub, Svendborg Boldklub og Lyngby Boldklub

Christian hevur spælt fýra landsdystir fyri Føroyar:

Skotland-Føroyar 2003 (skiftur inn)
Georgia-Føroyar 2007 (skiftur inn)
Føroyar-Italia 2007 (skiftur inn)
Føroyar-Skotland 2007 (við frá byrjan)

 

Christian um føroyskan mat

– Tær seinastu ferðirnar eg havi verið í Føroyum, havi eg roynt ymiskan føroyskan mat. Tá eg var barn, vildi eg einki royna. Seinast royndi eg lundar, og næst seinast var tað riv, og tað smakkaði væl. Skerpikjøt dámar mær eisini. Men ræstan fisk leggi eg einki í, turran fisk haldi eg vera eitt sindur for turran, men tað ringasta tú kanst bjóða mær er spik. Mær dámar annars væl lambakjøt, og í Føroyum er lambakjøtið so serliga gott.

 

 

Christian um Lyngby Boldklub
– Eg haldi ófatiliga nógv av Lyngby Boldklub, eg kenni meg veruliga heima har. Vit hava í fimm ár megna at fingið felagið upp úr Danmarks Seriuni upp í SAS Ligaina, og tað haldi eg vera ekseptionelt flott. Tað hevur ikki ligið nakað trýst á okkum, tí eingin hevði væntað, at tað fór at ganga somikið skjótt. Men við tíðini hava vit fingið størri ambitiónir, bæði leikarar,  leiðsla og fjepparar. Eg havi tað sera gott við okkara fjepparum, og eg feiri øll míni mál saman við teimum.

 

Christian um Keypmannahavn
Síðan eg flutti til Keypmannahavnar, eri eg fluttur fimm ferðir, so nú gleði eg meg til at fáa egna íbúð. Keypmannahavn er ein feitur býur. Eg flutti higar úr einum býi við einans 45.000 fólkum, og tað kendi eg sum øgiliga smátt. Í Keypmannahavn eru nógv fleiri tilboð, man kann gera alt her. Eisini haldi eg arkitekturin í Keypmannahavn vera feitan. Mær dámar eisini væl, at her eru so nógvar góðar kaféir.

 

Christian um tónleik
Tónleikur hevur sera nógv at siga fyri meg. Eg lurti altíð eftir tónleiki, tá eg eri við hús, og var tað ikki tí, at mín iPod var í ólagið, so hevði eg eisini havt tónleik í oyrunum, tá eg var úti. Eg havi arbeitt sum plátuvendari her á Pixie. Mær dámar best rokktónleik, bleytan og harðan. Eg eri rættiliga glaður fyri indie rokk, og mær dámar nøvn sum Interpol, Arcade Fire, The Strokes, The Streets og Neil Young .

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *