G!Festivalurin hevur nú avdúkað 20 av teimum 40 nøvnunum, ið luttaka á ársins festivali, hesi fevna víða í stíli, onkur er kendur og onkur er minni kendur, men sambært Jón Tyril fyriskipara, hava allir bólkarnir okkurt at bjóða.
G!Festivalurin verður um ein mánað á Gøtusandi. Í vikuni var eitt av stóru høvuðsnøvnunum, Natasha Bedingfield kunngjørt, og listin av nøvnum er sostatt komin upp á tjúgu bólkar og einstaklingar. Av hesum eru seks føroysk, meðan hini fjúrtan umboða átta ymisk lond.
Við at kunngera Natasju Bedingfield, sum høvuðsnavn hevur G!Festivalurin tikið stigið móti popptindunum. Bedingfield er uttan iva størsta aktuella poppnavnið, ið hevur vitjað í Føroyum, síðan Brian McFadden var á Summarfestivalinum fyri nøkrum árum síðan. Bedingfield er nýggjasta navnið á eini skrá, ið annars er dominerað av nøvnum, ið ikki hoyra til gerandiskostin í Føroyum. Vit hittu Jón Tyril fyriskipara og prátaðu um tónlistarliga profilin hjá G!Festivalinum, sum í ár gerst fimm ár.
Hava okkurt at bjóða
Eftir at hava kunngjørt Nephew sum fyrsta navnið á skránni longu í desember, varð ein long røð av nøvnum kunngjørd, ið øll høvdu tað til felags, at teirra tónleikur neyvan nakrantíð hevði verið spældur í føroyskum útvarpi áður. Vit spurdu Jón, um hetta er eitt tilvitað val.
– Nei, vit velja ikki nøvn, tí tey ikki eru kend í Føroyum. Vit velja nøvn, ið hava okkurt at bjóða. Hetta er ikki ein tilvitað roynd at velja nøvn, sum ongantíð hava verið í Útvarpinum. Vit hava lagt okkum eftir góðum og spennandi semi-kendum nøvnum, sum eru kend innan upcoming umhvørvið. Innan hetta slagið av tónleiki hendur lítil útskifting í føroyska útvarpinum, so tí verður tað soleiðis av sær sjálvum, sigur Jón.
Øll hava eina søgu
Men hvussu finnur G!Festivalurin hesi semi-kendu nøvnini?
– Øll nøvnini hava eina søgu knýtta at sær, onkran havi eg sæð á festivalunum sum Eurosonic ella By:Larm. Guillemots fekk eg t.d. anbefalað av Høgna Lisberg, meðan ein annar gamal Clickhaze orkesturfelagi Jens L. Thomsen bað meg lurta eftir Pravda. Eg fór inn á myspace og fall beint fyri teimum. Ein annar vinmaður, vísti mær Dixie Hummingbirds, og vit royndu longu at fáa teir í fjør, men tá eydnaðist tað ikki. Men í ár riggaði. Bookarin, sum vit fingu Hummingbirds ígjøgnum, vísti okkum so á Young Dubliners, ið vit eisini bókaðu. Ofta eru tað útlendskir samstarvsfelagar, sum skjóta okkurt upp. Sumt hoyri eg á konsertum, annað hoyri eg á myspace. Sørugarnar eru nógvar og ymiskar.
Sama filosofi
– Okkara filosofi er ikki broytt í ár í mun til undarfarin ár. Vit vilja gjarna bjóða nøvn, sum eru gjøgnumførd, t.d.ordiligt polka og ordiligt gjøgnumført punk. Í ár sær tað kanska eitt sindur ógvisligt út, men í fjør søgdu fólk eisini tað sama, áðrenn nøvn sum Outlandish og Infernal komu á skránna. Men tey blivu eisini tikin við somu filosofi, hetta er ordiligur góður poppur, ikki tunn suppa. Vit vilja gjarna bjóða nógv ymisk ting, greiður Jón frá.
Ætlanin er, at hava nakað tað sama talið av bólkum í ár, sum í fjør. Sostatt vera umleið 40 bólkar á G!Festivalinum, og tað skilst, at umleið helvtin av teimum koma úr útlandinum.