Wrestlari beindi fyri konu og soni

Chris Benoit(t.v.) hátíðarheldur WWE heimsmeistaraheitið í tungvekt saman við besta vinmanninum Eddie Guerrero, ið doyði av hjartatilburi í 2005
Chris Benoit(t.v.) hátíðarheldur WWE heimsmeistaraheitið í tungvekt saman við besta vinmanninum Eddie Guerrero, ið doyði av hjartatilburi í 2005

Eitt av størstu nøvnunum í wrestling, Chris Benoit varð mánadagin funnin deyður í heimi sínum, líkini av soni hansara og konuni vóru somuleiðis funnin í heiminum.

 

 

Sambært ónevndum keldum í løgregluni hevur Benoit kvalt konuna, Nancy í stovuni fríggjakvøldið, blóð undir líkinum bendur, at hon hevur barst ímóti. 7 ára gamli sonurin Daniel varð kvaldur við einum kodda í seingini í sínum egna sovikamarinum.

 

Hetta hendi leygarkvøldið ella sunnumorgunin., eftir drápini legði Benoit bíbliur við liðina av líkunum.

 

Mánadagin beindi hann so fyri sær sjálvum, við at heingja seg í einum av sínum vektvenjingarmaskinum. Eftir liva tvey børn, ið Chris Benoit átti úr einum øðrum hjúnarlagi.
Benoit hjúnini vóru sepereraði í eitt tíðarskeið í 2003. Tá ákærdi Nancy mannin fyri at hótta seg og fyri at vera harðligan.

Løgin sms-boð
Benoit skuldi eftir ætlan havt luttikið í tveimum wrestling dystum í vikuskiftinum, men meldaði avboð til dystin leygardagin, tí at konan og sonurin vóru sjúk. Sunnudagin møtti hann heldur ikki upp og gav ikki boð frá sær.

 

Tað var arbeiðsgevari hansara World Wrestling Entertainment, ið bað løgregluna kanna viðurskiftini í heiminum, tí Benoit hevði sent nøkur løgin sms boð til fleiri av hinum wrestlarunum. Ikki færri enn fýra wrestlarar fingu sambært wwe.com soljóðandi sms-boð ““My physical address is 130 Green Meadow Lane. Fayetteville Georgia. 30215” og ein fekk boð um at hundarnir hjá Benoit familjuni vóru lastir inni í einum búri.
World Wrestling Entertainment gjørdi av, at avlýsa wrestling kvøldið, sum skuldi vera mánakvøldið, og sendi ístaðin eina minnissending um Benoit við nøkrum av hansara bestu dystum. Eisini var nógv minnistilfar lagt á heimasíðuna wwe.com. Men eftir, at tað gjørdist greitt, at Benoit hevði beint fyri familju síni, varð alt hetta tilfar tikið burtur aftur. Løgreglan boðaði á tíðindafundi ígjár frá, at anabolskar steroidir vóru funnar í heiminum. Tílíkar kunnu hava paranoia, depressión, og ógvisliga øði við sær, eisini nevnd “roid rage”.

 

Ein av teimum bestu
Benoit hevur, síðan fyrstu ferð hann steig inn í ein wrestling ring, gjørt vart við seg, sum ein av tøkniliga bestu wrestlarunum. Hann hevur verið eitt av teimum størstu nøvnum allastaðni hann hevur wrestlast og hevur havt nærum øll meistarabeltini bæði sum einstaklingur og fyri tag-team í WCW, WWE, ECW, Stampede Wrestling, NWA og New Japan Pro Wrestling. Seinast fyri tveimum mánaðum síðan, misti hann beltið United States Champion, ið hann hevði á triðja sinni.
Benoit var partur av tí sonevnda draft’inum í WWE fyri tveimum vikum síðan, og flutti tá til ECW deildini av WWE. Her var væntað, at hann skuldi gerast ein av berandi kreftunum.

 

Benoit er annað stóra navnið í wrestling, ið doyr hesa vikuna. Fyri nøkrum døgum síðan doyði fyrrverandi kvinnuligi heimsmeistarin og manegarin Sensational Sherri.

 

Wrestling hevur seinastu árini mist nógv stór nøvn, bestu vinmennirnir hjá Benoit Eddie Guerrero og Owen Hart doyðu báðir, áðrenn teir gjørdust 40. Meðan eisini The British Bulldog Davey Boy Smith, Mike Awesome, Miss Elizabeth, Ravishing Ric Rude og Mr Perfect Curt Hennig eru deyð seinastu árini.

 

Nógv av teimum hava beint fyri sær ella eru deyð av orsøkum, ið benda á nýtslu av anabolskum steroidum.

Leave a Reply

Your email address will not be published.