25 oyru høvdu æruna at byrja Summarfestivalin, og í góðveðrinum í tók øll á bóli, slapp bólkurin handan lagið “Ungdómshús” væl frá uppgávuni.
Jú, gamaní bólkurin er hvørki tøkniliga besti bólkurin í landinum, ella teir bestu lagskrivararnir og við hópin av lániløgum á skránni, var hetta ikki tann størsta tónleikaliga upplivingin. Men í sál og sjarmu vann bólkurin. Hesir ungu harrarnir hava so nógva sjarmu og so stórt sjálvsálit, at hesin ummælarin illa kundi gera annað enn bara at syngja við.
Hesir ungu klaksvíkingarnir tordu væl, við tulkingum av Tracy Chapman, Ommuni hjá Kularótum og Sa, Sa, Sasa hjá Georg eystan Á, men tað var eingin ivi um, at størsta hittið var lagið Ungdómshús hjá bólkinum sjálvum.