Hóskvøldið á Summar Festivalinum gjørdist sera væleydnað. Hópin av fólki kom saman í góðveðrinum at hugna sær við tónleiki og í góðum veitslulag.
Tað var sum á ólavsøku í Klaksvík í gjárkvøldið, eitt slag av veitslu har fólk hittust og prátaðu. Lagið á fólki var sera gott, og nógv børn nýttu høvið at royna Silvaland, ið man vera Føroya størsta og besta spælipláss.
Stóra útlendska navnið hóskvøldið, Banaroo, fylti Flagsteltið, men eisini Høgni Lisberg savnaði nógv fólk. Tað er tó eingin ivi um, at stóra orsøkin til, at so nógv fólk savnaðist á festivaløkinum, var góðveðrið. Veðurfólk hava seinastu vikuna staðið í bíðirøð fyri at siga frá, um hvussu ringt veðrið fór at verða á Summar Festivalinum. Men veðurgudarnir vildu tað øðrvísi, um hóskvøldið skal leggja støðið fyri, hvussu veðrið verður á restina av festivalinum, so sær gott út. Um ikki, so var byrjanin í øllum førum góð.
Festival-fyrireikararnir eru framúr væl nøgdir um fyrsta kvøldið, sum í flestu mátar gjørdist nógv betri, enn teir tordu at vóna
– Tað høvdu vit avgjørt ikki væntað. Sjálvandi vónaðu vit, at nakað av lívi skuldi vera í, men at fleiri túsund fólk vóru til tiltøkini í gjár, høvdu vit als ikki droymt um, sigur Steintór Rasmussen.
At veðrið eisini skikkaði sær væl, gjørdi ikki kvøldið verri, og nú verður so hitað upp til stóra brakið í kvøld.
– Her streyma fólk til býin. Ein rúgva av bátum, húsvognum og tjaldarum eru longu komin, so alt bendir á, at her verður stúgvandi fult í kvøld, sigur Steintór.