Meðan stormurin leikaði í stríddust tøkningar við at taka niður alla ljóð- og ljósútgerðina á stóra pallinum.
Størsta ljóðanlegg í Føroyum og alt pallljós í Føroyum umframt nógv, sum er flutt til Føroyar var sett upp á stóra pallinum á Vágsbøi í sambandi við størsta rokkshowið í Føroya søgu. Vatnið dreiv úr Hjalmari Hvítklett, stjóra á Ljóðtøkni, tá vit hittu hann við stóra pallin, har hann og hansara menn vóru í ferð við at taka útgerð niður. Hann lýstir teirra arbeiði sum ein bjargingarroynd.
Seinastu tríggjar tímarnar hava vit bara roynt at bjarga útgerðini, segði Hjalmar, ið rekur nógv størstu ljóðfyritøkuna í landinum og leverarar ljóð- og ljósútgerð til nærum øll tiltøk í landinum. Tá høvdu eitt nú lampurnar hingið í beinleiðis oysregnið í tríggjar tímar.
Fólk við tøkniligum innliti, ið vit hava tosað við, meta tó ikki, at stórvegis av útgerðini hevur fingið skaða. Mest viðkvæma útgerðin varð beind burtur av pallinum, áðrenn dúkurin var tikin burt, og størsti parturin, ið var hangandi eftir var útgerð, ið bert skal sleppa at tornað, áðrenn hon verður tendra aftur. Hetta eru ivaleyst góð tíðindi fyri Fjarðafestivalin, ið verður um nakrar vikur.