Vindurin spilti veitsluna

Leygardagurin á Summar Festivalinum skuldi eftir æltan verið ein stór veitsla við nøkrum av teimum allar bestu føroysku tónleikanøvnum og stórum útlendskum nøvnum sum Kim Wilde, Bryan Rice og Amy Diamond. Men áðrenn veitslan veruliga kom í gongd gjørdist vindurin so ógvisligur, at festivalurin avlýsti endabrakið.

 

Amy Diamond gjørdist síðsta navn, ið spældi á metstóra pallinum á Vágsbøi. Tá unga norska poppstjørnan fór av pallinum, varð avgerð tikin um, at vindurin var ov nógvur at halda fram. Vindurin lá beint inn í pallin. Hóast talan var um ein stóran og tungan pall, virkaði dúkurin sum eitt segl. Tí varð mett, at trygt var ikki at halda fram.

 

Meðan Petur Háberg fór á pallin í FLAGS-teltinum, varð avgerð tikin um, eisini at lata lítla uttandurða pallin á torginum aftur.

 

Boðað var frá, at tiltakið helt fram við nýggjari skerdari skrá í FLAGS-teltinum og í KÍ-høllini. M.a var ætlanin, at Kim Wilde skuldi á pall í KÍ-høllini, og at Bryan Rice skuldi á pall í FLAGS-teltinum.

 

Hvirla tók matteltið

Men áðrenn broytta skráin fór av bakkastokkið, hetta var umleið klokkan 18, tók ein ógvislig hvirla stóra mat- og skeinkiteltið, ið var sett upp á vegnum við Vágsbø. Hóast fólk var í teltinum og á økinum framman fyri tað, fingu hesi bert smávegis snuddir.

 

Eitt nú breyt ein kameramaður hjá Sjónvarpinum eitt rivjabein, men flest øll sluppu við skelkinum.Vágsbøur sá øgiligur út, við restum av teltinum, búffum, pizza-eskjum og nógvum øðrum óruddi.

 

Fyrireikararnir søgdu, at hvirlan, ið tók teltið, kom heilt óvart á teir.

 

– Vit hava havt samband við veðurmenn allan dag og hava fingið at vita, at vit kundu rokna við upp til 18 metur um sekundi, og tað átti teltið at hildið til. Men handan hvirlan var munandi harðari enn tað, segði Steintór Rasmussen við Sosialin beint eftir hendingina. Vindmátingar vístu, at hvirlurnar vóru upp til 49 metrar um sekundið tað einu løtuna.

 

FLAG-teltið flaksaði

Steintór vísti á, at FLAGS-teltið var fest heilt øðrvísið enn mat- og skeinkiteltið, tí varð avgjørt at halda fram í KÍ-høllini og FLAGS-teltinum. Løtu seinni fór Bryan Rice á pallin, men eftir fýra løg varð avgerð tikin um at steðga konsertini, og fáa fólk úr FLAGS-teltinum, ið var farið at flaksa dekan ov illa. Við einans KÍ-høllini eftir, og einum hægsta marki av 800 gestum í høllini í senn, valdi festivalleiðslan síðan at steðga festivalinum.

 

Vónbrotin fyrireikari

Steintór Rasmussen, var ein vónbrotin maður, tá vit fingu orð á hann, eftir at boðini, um at festivalurin var steðgaður, bórust.

 

– Tað kennist svárt at skula gevast nú. Vit høvdu eina kanónskrá í kvøld, ikki minst tann føroyski parturin, haldi eg sjálvur. Hetta er ein øgiligur missur, sjálvandi hjá okkum, men eisini hjá teimum nógvu, sum gleddu seg til kvøldið. Hetta er øgiliga keðiligt, eisini eftir, at hini kvøldini eydnaðust so væl, og fólk hevði bakkað so væl upp um okkum. Men eftir, at vit máttu lata FLAGS-teltið aftur, var ikki ráðiligt at halda fram. Vit høvdu ætla at býtt fólkið millum FLAGS-teltið og høllina, men høllin tekur einans 800 fólk, og tað kunnu vit ikki bjóða fólki. Tað er betur at gevast, um man ikki hevur nakað veruligt at bjóða fólki, segði Steintór.

 

Steintór greiddi frá, at avgerðin at gevast var tikin í samráð bjargingarfelagið og hinar avvarðandi myndugleikarnar.

 

Hann segði at enda, at hann var glaður um, at eingin álvarsligur fólkaskaðið var hendur av vindinum, og vísti á, at eingin kundi spátt um, at vit fingu ódn fyrsta vikuskiftið í august.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published.