Einki roks frá Eager To Please

Eager To Please borðreiddi við einum massivum veggi av ljóði, tá bólkurin fylti Flagsteltið við sínum harða rokki.

 

Eager To Please áttu heiðurin at taka um endan, eftir at Smokie vóru lidnir at spæla. Nógv fólk fór beina leið til hús, tí farið var um miðnátt, so teltið var minnið enn hálv fult, meðan Eager To Please spældi. Hetta tóktist ikki at merkja bólkin, ið var serstakliga væl upplagdur. Ljóðmyndin var somikið ógvislig, at teltið var fylt á tremur av henni. Fyri einaferð skuld ljóðaði tað væl í hesum ofta so svikaliga telti.

 

Rokkur uttan hóvasták

Tónleikurin var ein long røð av teirra egnu løgum, ið eru at finna á teirra fyrstu fløgu, ið kom í handlarnar fyrr í summar, umframt okkurt, ið teir ikki hava útgivið enn. Hetta er rokkur uttan so nógv hóvasták, við rót í rokkinum í sjeyti- og áttatiárunum. Rokkur, ið klæðir væl at verða spældur live og væl, og hetta megnaði Eager To Please til fulnar.

 

Ein frægd at hoyra

Botnurin koyrdi sum ein damptrumla undir gittarum, ið eisini vóru sera væl spældir og væl hjálpt av góðum ljóðarbeiði gav hetta løgunum optimalar umstøður.  Tað var ein sonn frægd at hoyra teir tríggjar gittarleikararnar spæla saman, og hvør í sær geva ljóðmyndini nakað eyka. Oyrini vóru forkelaði av tveimum sologittarum, ið dittaðu sær at spæla okkurt, sum best kann lýsast sum ein dupult solo (hesin ummælarin er greiður yvir ansøgnina í hesum hugtakið)

 

Melodiirnir telja niður

Løgini hava tó nakrar veikleikar, ið forðaðu konsertini, ið veruliga at fáa luft undir veingirnar. Hetta er øgiliga klassiskur lættisoppakendur hard rokkur, sum vit kenna hann frá hópin av bólkum. Hetta setur sjálvandi stór krøv til kompositiónirnar, ið lætt kunnu enda sum vánalig avrit av øðrum løgum. Á melodi síðuni megnar Eager To Please ikki at liva upp til hesi krøv. Melodiirnir eru ikki nóg fangandi til, at tú fellur fyri teimum, men nóg banalir til, at tú troyttast skjótt av teimum,. Hetta er synd fyri ein so væl spælandi bólk, ið antin átti at fingið sær hjálp við lagskrivingini, ella bara dyrka tað at spæla lániløg og geva teimum ein Eager To Please dám.

Sangarin Dagfinn Joensen syngur væl og røddin er heilt góð. Tó uttan at vera nóg serlig, nóg vøkur ella nóg áhugaverd til at klára at geva teimum heldur veiku melodiunum, tað eyka, ið kundi lyft teir eitt sindur. Teir klisje mettaðu tekstirnir standa tí so øgiliga týðiligir í síni væntandi dygd. Tað kundi verið áhugavert at hoyrt bólkin sungið á føroyskum, hetta hevði givið teimum eina áhugaverda dimensión.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *