– Ólavur spælur uppá fløskuorgul og hvørt av sínum, segði Kári Sverrisson, tá hann presenteraði manningina í Orku, og Orka er júst hetta: hvørt av sínum. Við ljóðførum sum kusti, fløskuorgli, hegnpelabassi, vinkulslípara, borimaskinu og oljutunnum, bara fyri at nevna nøkur, er ljóðmyndin heilt serlig.
Frásøgumaðurin hugleiddi áðrenn konsertina hjá Orku um, hvussu dýrabært tað var, at ein bólkur sum Orka, ið hevur sín uppruna í einum fjósi, kann enda við at spæla á stóra pallinum á einum stórum festivali í Føroyum. Man kundi hugleitt víðari, um at føroyingar hava ein ávísan veikleika fyri tingum, ið hava sín uppruna í einum fjósi. Hvussu er og ikki, so var heilt nógv fólk savna á Gøtusandi, at uppliva Orku við síni metsstóru manning. Ikki færri enn tíggju mans fyltu stóra pallin, og góvu okkum lurtarum eina góða konsertuppliving.
Orka var sum altíð settur saman av nøkrum av okkara evnaríkastu tónleikarum og løgnastu ljóðførum, og sum altíð var upplivingin bergtakandi. Oman á hetta hevði bólkurin nakrar av okkara mest áhugaverdu songrøddum, Ólav Jákupsson, Kára Sverrisson, Teit Lassen og Høgna Lisberg, við sær, og við tílíkum kapasitetum, kann tað illa ganga heilt galið.
Tað skerst tó ikki burtur, at ikki øll løgini hjá bólkinum vóru líka væleydnaði. Meðan tey meira lívligu løgini riggaðu væl og fingu góða móttøku, so var verri við teimum friðaligu og meira transukendu løgunum, har bólkurin onkursvegna misti takið á áskoðarunum, so at sussan millum áskoðararnar órógvaði tónleikaupplivingina.
Tað er ein serlig uppgáva at ljóðblanda ein so stóran bólk, við so nógvum øðrvísi ljóðførum, og fólki, ið spæla fleiri ljóðføri í sama lagi. Her er tað ivaleyst neyðugt, at bólkurin finnur egnan ljóðmann, ið kennur øll løgini til botns, tí tíanverri vóru løtur, har tú ikki hoyrdi okkurt av teimum meira forkunnugu ljóðførunum, hetta er synd, tí annars var ljóðblandið sera gott.
Endalagið “Fjøllini Standa Úti”, er stóra hittið hjá Orku, og fekk ordiliga lív í fjøldina, Tað tyktist so serliga hóskandi har á Gøtusandi millum høgu fjøllini í vakra summarveðrinum.