Flott spunasmið úr samgonguni

Eg eri so fullkomiliga imponeraður av spinninum, sum hendur í sambandi við fíggjarlógina, hetta er so ólukksáliga flott!! Onkur sera dugnaligur stendur aftanfyri.

Eidesgaard, sum var dømdur politiskt til deyða fyri bara tveimum mánaðum síðan, er endurføddur sum eitt slag av vælferðar Messias. Við orðum sum tunnils timeout, og at raðfesta vælferðina framum tunlar, er Jóannes nú eitt gott boð uppá ein komandi løgmann.

Á hinari síðuni sita tveir fullkomiliga líkagyldigir norðoyarpolitikkarar úr fólkaflokkinum og markera fyri sínum baklandi, at teir berjast fyri sínum tunnli, tó uttan at formaðurin í Fólkaflokkinum pjøvist at undirminera flokkin, sum økonomiskt retarderaðan, við at úttala seg um øru ætlanirnar har norðuri.

Gerhard er merkiliga friðarligur, eftir at hann hevur fingið sína ítróttarhøll, men slíkt er loyvt fyri friðs skuld og fyri at tryggja atkvøðurnar har suðuri.

Bíði bara, áðrenn alt hetta er liðugt, eru menn vorðnir samdir, fyri at tryggja stabilitetin. Samgongan stendur sterk, og tey sum hava svikið sítt bakland, hava sloppið at markera, og kunnu goyma seg aftan fyri, at tey einki val høvdu, skuldi landið ikki endað úti í fullkomilgum kaosið.

Sjálvt sitandi løgmaður verður styrktur fyri síni stóru semjusøkjandi evnir, sum hevur fingið fólk at semjast um eina fíggjarlóg.

Hetta er ólukksáliga flott arbeiði.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *