Miðlarnir og eg

Mítt blað – dag og vikublað
Eg lesi Sosialin og Dimmalætting ordiliga yvirfladiskt á arbeiðinum, plagi somuleiðis at blaða í Markedsføring. Tá eg onkuntíð keypi eitt dagblað, so er tað 100% tí at forsíðan onkursvegna er áhugaverd.
Mín heimasíða
Eg eri nokk online 10-12 tímar um døgnið.At spyrja hvør mín heimasíða er, er sum at spyrja hvat fyri eitt papír lesur tú. Alnetið er bara ein samskiftisformur. Eg brúki alnetið alla tíðina og fái nógv mesta partin av míni dagligu vitan av alnetinum, portal.fo er mest vitjaða síðan, men eisini hinar føroysku tíðindasíðurnar vitji eg javnan, á chelseafc.com lesi eg um fótbólt og hyggi at netvarpi, á onlinefootbalmanager.co.uk spæli eg,  á kjak.org kjakist eg, á youtube hyggi eg, og so alt møguligt annað arbeiðsrelatera, í mínum arbeiði umsiti eg einar 70 føroyskar heimasíður.

Mítt sosiala netverk?
Facebook er mítt primera sosiala netverk, eg eri eisini á twitter og myspace og ymiskum øðrum, men tað er bert á Facebook, at eg eri ordiliga aktivur.
Mín tónleikur
Serliga tvey nøvn eiga eitt stórt pláss í mínum Itunes og fløgusavnið Beck og Black Sabbath, eg havi tó eitt hjarta sum brennur fyri føroyskum tónleiki, her er serliga Høgni Lisberg hot.
Mín dvd
Eg hyggi nærum ongantíð eftir DVD longur, men eg eigi nokkso nógvar, har liggja einar 8-10 sum eg havi keypt, men sum eg enn ikki havi sæð, eg vænti tó, at “The Sixth Sense” við Bruce Willis er ein tann besta í savninum.
Mítt magasin
Keypi bara magasin tá eg flúgvi, og tá er tað F1, ið er eitt blað um Formil 1.
Mín sjónvarpsrøð
Mær dámar væl kriminalrøðir í løtuni er Dexter nokk tann best umtókta hjá mær
Mín bók
Eg haldi at “High Society” hjá Ben Elton er ein tann besta. Fantastisk bók um problemattikin við rúseitri lýstan á ein so ræðuliga skilagóðan máta, blanda við teimum heilt stóru kenslunum og syndarligu lagnunum.
Mítt útvarp
Eg elski gott útvarp, serliga tá eg búði niðri lurtaði eg nógv, P3 var favoritturin tá. Í Føroyum lurti mest eftir Kringvarpinum, fyrst og fremst tíðindasendingunum og seinnapartssendingum við Rúna Jákupssyni, Fróða Løksagarð og Suna Merkisstein, sum eru tað frægasta vit hava í føroyskum útvarpi.

Mín telefon
Nokia 6220, eg havi altíð havt Nokia, og hendan nøktar mín tørv og fekst fyri rímiligan penga, tá hin seinasta brotnaði.
Hvat vil tú ikki brúka tíð uppá?
Ringar útvarpssendingar við vertum, ið ikki eru egnaðir til uppgávuna teir eru settir at loysa.
Hvat irriterar teg í miðlunum?
Greinar, ið eru skrivaðar av fólki, ið ikki makta sína uppgávu.
Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?
Góðsku

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *