Hanus í festivalhýri

Hanus er fastur fúsur á Summarfestivalinum, og aftur í ár var Hanus júst sum vit kenna hann. 60 ára gamal  er hann eftirhondini ein rutineraður harri, og hann gav sínum trúgvu fjepparum, tað sum tey altíð fáa frá honum.

Einsamallur á Stóra Palli stóð Hanus og gittarin hjá honum, og alíkavæl hevði hann væl fatur í mannamúgvuni, ið alsamt vaks frammanfyri pallin.

Vit fingu øll tey vanligu løgini hjá Hanusi til yrkingar hjá Poul F., Hans Jacob Glerfoss, Steintór Rasmussen, Tonglatummas og Jacob Sande, umframt eitt einkult Leonard Cohen lag, og tey sum høvdu væntað ein nýggjan Hanus, ið var í trá við alternativa ljóðið á nýútgivnu EP’ini, ella ein Hanus við nýggjum Poul F. løgum og vælspælandi bólki, sum vit upplivdu hann á konsertum í vár, máttu bara geva seg yvir.

Tí Hanus er næstan altíð tann sami, um hann spælir fyri nøkrum fáum tandrum í eini kaffistovi ella fyri nógvum túsund fólkum á Vágsbøi, og man tað ikki vera ein av orsøkunum til, at vit øll elska Hanus.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *