Metstóra áskoðarafjøldin á Summarfestivalinum slapp at uppliva eina vælsmurda poppmaskinu, tá Westlife vístu, at teir ikki bert duga syngja á fløgum.
Teir fordómar, ið summi høvdu mótvegis dreingjabólkum, sum yvirproduseraðir dukkudreingir uttan veruligar sanggávur og talent, vórðu gjørdar til skammar á Stóra Palli í kvøld.
Saman við sínum sera vælspælandi bólki, sungu teir fýra Nicky, Kian, Mark og Shane seg ígjøgnum eina spæliskrá á tremur við hittum frá seinastu 12 árunum, og teir sungu veruliga væl. Her var ikki brúk fyri playback ella øðrum gandakynstrum fyri at fáa tað at ljóða væl.
Írsku sjarmørarnir leveraðu vøruna frá byrjan til enda, umframt at syngja væl, dugdu teir væl at fáa mannfjøldina við sær, alt meðan teir dansaðu og sóu gott út fyri okkum. Hetta eru royndir harrar, og 12 ár av framførslum sóust aftur, tí tað riggaði bara.
Tað kókaði veruliga frammanfyri pallin, har miðalaldurin var nakað væl lægri enn hann vanliga er á Summarfestivalinum, og har í stóran mun ungar kvinnur stóðu pakkaðar sum sild í tunnu.
Áðrenn konsertina lovaðu Westlife at umframt eitt breitt úrval av sangum frá teirra 12 ára longu yrkisleið, so var okkurt yvirraskilsi á skránni, og størsta yvirraskilsi var veruliga stórt.
Bilførarin Karl, ið hevði koyrt Westlife til Klaksvíkar, varð, sum Norðlýsið skrivaði fyrr í kvøld, tráspurdur um Føroyar og føroyingar av Mark. Men hann hevur eftir øllum at døma avdúkað okkurt um seg sjálvan eisini, tí mitt í øllum tóku Westlife, henda sama Karl við sær upp á pallin, har hann slapp at jodla fyri mannfjøldini, ið taldi umleið ein fimta part av øllum føroyingum. Ein ordiliga stuttlig løta og eitt veruligt yvirraskilsi.