Viðmerking um uppskotið hjá Jenisi av Rana, um at striptease ikki skal vera loyvt í Føroyum.
Sjálvandi skal eingin noyðast at strippa, við tvang ella av neyð. Men tað skulu sosialar skipanir tryggja – ikki forboð.
Uppskotið hjá Jenisi, um at banna striptease í Føroyum, er bara enn ein roynd hjá Miðflokkamanninum at buka føroyingar í høvdið við sínum kristna moralgassa. At Jenis ballar inn uppskotið í misnýtslu, kvinnuhandil og skøkjulevna tekur ikki burt, at Jenis og hansara flokkur byggja flest øll síni uppskot á, hvørt okkurt er synd ella ikki.
Eg hugdi við samkenslu at sendingini um Victoriu. Tað er ordiliga synd, at hon varð misnýtt, tá hon var barn. Vit eiga at gera alt fyri, at tílíkt ikki hendur og fyri at taka hond um offrini. Eingin ivi er um, at fólk hvørs mørk eru brotin í ungum árum, kunnu fáa onnur mørk enn flestu okkara. Hetta ger tí møguliga, at tey hava lættari við at fungera í tílíkum markbrótandi virksemið, sum tað at strippa.
Men aftur her má sigast, at misnýtslan er trupulleikin – ikki strippið.
Um eg havi hug til at gjalda fyri at síggja eina kvinnu ella mann lata seg úr, so er tað ein spurningur millum meg og viðkomandi. Strippið hendir vanliga í náttklubbum, har øll eru vaksin, og eiga at kunna avgera sjálvi, um tey vilja luttaka í hesum, tí rakar hetta hvørki Jenis ella nakran annan.
One thought on “Forboðsstaturin hjá Jenisi”