Sjarmerandi kontri legenda

Í løtuni spælir 76 ára gamli Bobby Bare á stóra pallin á Vágsbø, og jú maðurin ljóðar gamal, men als ikki útbrendur.

Tað er ótrúliga lekkurt at hoyra ein mann við so nógvum lívsroyndum í røddini syngja, orkan er ikki tann sama, men har liggur sjarma og inniligheit handan hvørt orð. Hann hevði ivaleyst langt síðan verið ferdigur sum poppsangari, men í kontri gevur aldurin bara trúvirðið og sjarmu. Hetta er fyrst og fremst ekta.

Regnið bukar annars niður, og hetta merkir sjálvandi áskoðarafjøldina, ið ikki er so øgiliga stór, tó at tað er undrunarvert, at so nógv fólk eru komin saman í so vánaligum líkindum, og vísir onkursvegna eisini hvussu stórur áhugin er fyri at hoyra henda legendariska kontrisangaran.

Føroyska kontriprinsessan Kristina Bærentsen hevur júst verið á pallinum saman við Bobby Bare.

Kristina sang við á trimum løgum, og hæddarpunktið var ein hjartanemandi duett, ið gav mær gásarhold heilt inn her í festivalredaktíónshølið hjá Norðlýsinum, ið vit hava beint við Vágsbø.

Ennregnar sera illa, men fólk halda enn út frammanfyri pallin, har áskoðararnir í løtuni klappa fyri at hoyra eykalag.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *