Tað eru fimm ting sum eru serliga ræðandi við tí, sum er komið fram um samgonguskjalið, jú gamaní eg fái ein fittan bunka av pengum meira at ráða yvir. Men fyri samfelagið kann hetta neyvan síggjast sum annað enn ein avlíving av vælferðarsamfelagnum.
Men nummar eitt flatskattur. Ein av høvuðssúlunum í samhaldsfasta samfelagnum er progressivi skatturin, flatskattur betýðir í øllum førum mest til tey ríkastu, og sum talvan í Dimmu eisini vísur, minst til tey fátækastu. Tað er samstundis eisini greitt fyri flest øll við eitt lítið sindur av skili, at fíggingin má koma frá øktum brúkarargjøldum, hetta gongur útyvir tey lægstløntu, sum netto fáa nógv minni. Somuleiðis er vandi fyri, at “økta ferðin á samfelagnum” økir kostnaðarstøði, og tað gongur aftur útyvir tey fátækastu, sum eru serstakliga fátøk frammanundan.
Nummar tvey skattan av eftirløn við inngjald. Her er serliga tað, at við einum alsamt størri talið av eldri fólkum, hava vit longu frammanundan ein risa trupulleiki, ið øll vita av. Nú velur man at taka tann skatt, ið tey annars skuldu havt goldið og sostatt verið við til at fíggja samfelagið í framtíðini. Hetta merkir, at vit koma at hava ein stóran samfelagsbólk, ið bara verður ein byrða í framtíðini. Hetta er at senda rokningina fyri BADH vanvidi fram í tíðina, og verður hvørki meira ella minni enn endin á vælferðarsamfelagnum. Harumframt er sjálvandi praktiski parturin, hvussu gera vit við tað sum longu er inngoldið? Her er neyvan annar møguleiki enn antin at skatta aftureftir, ella útgjalda alt aftur.
Nummar trý, tiðningin av blokkinum. Fullveldissamgongan fekk ikki nógv frá hondina í sambandi við loysingina, man kann skeldast um orsøkina, men tað er ikki serliga uppbyggjandi. Men eitt risastig var tikið við fastfrystingini av blokkinum, spakuliga men trygt eru vit komin burt frá tí einasta, ið veruliga bindir vanliga føroyingin til Danmark. Við at tiðningini er allur positivi arvurin frá tí samgonguni farin í ommu sína.
Nummar fýra Miðflokkurin bestemmar, ein liberalur andi var komin inn í føroyskan politikk. Vit sóu betringar í rættindunum hjá eitt nú samkyndum. Harumframt var idiotiin á veg burturúr rúsdrekkapolitikkinum, men hetta er nú alt skrotta minst 4 ár fram í tíðina.
Nummar fimm, fiskivinnan verður ikki burðardygg. Nú havi eg ikki so øgiliga gott skil uppá hendan partin, men tað virkar sum tey góðu átøk, sum Jóhan Dahl, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og helvtin av Sjálvsstýrisflokkinum gjørdu, eru slept. Eg havi tó so mikið skil, at eg veit, at fáa vit ikki eitt stempul, sum burðardygg, so fáa vit verri prís og onga atgongd til teir bestu marknaðirnar, umframt, at vit oyða stovnarnar.