Vælkomin til nudlar.net

Hetta er ikki enn ein pseudo objektiv, óheft  mentanarsíða. Her vera bæði meiningar og pástandir, onkrir væl grundaðir onkrir sera littir. Men eg fari at vera reiðiligur og skilagóður, somikið kann eg lova tykkum.

 

Eg havi eisini givið tykkum lesarum møguleika at viðmerkja umvegis tykkara Facebook profil.

 

Á nudlar.net fari eg at ummæla fyrst og fremst tónleik. Somuleiðis arbeiði eg við at leggja út savn av áhugaverdum greinum, ummælum, samrøðum og hugleiðingum, ið eg havi latið úr hondum, síðan eg byrjaði at skriva.  Sjálvandi koma eisini hugleiðingar o.a. tílíkt á hesa síðuna, so hvørt eg skrivi hesar. Harumframt ber til at fylgja mínum renniloggi úti í høgru síðu á  hesari síðuni, og seinni vera eisini myndasøvn at finna her á síðuni.

 

Eg havi ummælt í yvir 20 ár, fyrst og fremst tónleik, men eisini ymiskt annað so sum sjónleik og bókmentir.  Onkuntíð við hepnari hond, aðra tíðir ivaleyst minni heppið. Men altíð við tí í huga at møta tí, ið eg skuldi ummæla við virðing og í rætta konteksti.

 

Men ummælini eru fækkaði seinastu árini, og hetta er fyrst og fremst, tí eg ikki longur havi nakran miðil at ummæla fyri. Hetta er í sær sjálvum eingin katastrofa. Men eg má staðfesta, at tíanverri eru tað heldur ikki serliga nógv onnur sum ummæla, og hetta er keðiligt.

 

Eg havi sjálvur verið íðkandi listafólk, bæði á tónleikapalli og í bókum, og dugi tí at virðismeta, hvussu nógv ummæli hava at siga fyri okkum, sum lata eina uppliving frá okkum. Vit eiga nógv dugnalig listafólk, og ummæli eru týdningarmikil ikki bert til at stuðla teimum góðu til at gerast betur, men eisini til at hjálpa áskoðarunum at kenna mun á gulli og lorti.

 

Eg fái  alsamt fleiri áheitanir frá listafólki, um eg ikki kann ummæla tey, tí eingin annar ger tað. Hetta haldi eg vera ein syndarliga støðu, og hevur hetta stuðla undir avgerina at seta á stovn nudlar.net.

 

Miðlahúsið hevur í nógv ár lagt miðlar til míni ummæli við planet.fo og Sosialinum. Undir Jan Muller var hetta økið raðfest, og við mær sum fungerandi tónleikaskribenti, fekk tónleikur  nógv pláss bæði á prenti og á netmiðlum. Eg eri enn errin av, at vit okkurt summar, megnaðu at ummæla hvørja einastu konsert á Asfalt, G!, Summarfestivalinum og Fjarðafestivalinum umframt hvørja framførslu á ólavsøkukonsertini.

 

Men miðlarnir hjá Miðlahúsinum rúma ikki longur ummælum. Hetta er ein partur av teimum raðfestingum, ella burturraðfestingum, ið tunga fíggjarstøðan hevur við sær. Tí havi eg fyrst og fremst ummælt fyri Kringvarpið, har Kvørnin hevur lagt senditíð av til fløguummæli. Men nú er eisini Kvørnin slókna. Programleiðslan í Kringvarpinum hevur opinbart mett, at Public Service merkir, at um eingin annar  ger tað, so pjøvast vit heldur ikki.

 

Norðlýsið hevur somuleiðis latið pláss til míni ummæli, og havi eg havt stóra gleði av, at ummæla fyri lokalavísina hjá útjaðaranum á Summarfestivalinum seinastu tvey árini, og tað er ikki óhugsandi, at eg aftur komandi ár fylli nordlysid.fo við mínum konsertfrásagnum.

 

Umframt hesar miðlar havi eg gjøgnum árini ummælt fyri miðlar sum Jasstíðindi, Handilskúluna, Dimmu, Oyggjaskeggja, Nærvarp Okkara, Kvinnu, Fjølnir, Atlantic Radio, Rás 2 og seinastu tíðina eisini fyri Listinblogg.

 

Eingin ivi um, at Listinblogg er eitt framstig fyri føroyska list, og eitt frálíkt átak. Men hetta er eitt átak hjá Kinnu og Inger, og eg kenni tí ikki nakra ognarkenslu fyri hesum og havi sostatt eisini trupult við at gera sjálvboðið arbeiði fyri tey. Tí havi eg tikið stig til hesa heimasíðu.

 

Eg vóni sjálvandi, at kunna samstarva við hinar miðlarnar, so sum Listinblog, Røddina og teir meira etableraðu miðlarnar, og teir eru vælkomnir at seta seg í samband við meg, um tey ynskja at brúka tilfar frá hesari síðu..

 

Møguleiki er at lýsa á hesari síðu bæði í høgra bredda og ovast á síðuni. Hevur tú áhuga í tí, ella ynskir tú at stuðla mínum ummælisvirksemi, ber til at seta seg í samband við meg á nielsuni@gmail.com.

 

Vælkomin til Nudlar.net

5 thoughts on “Vælkomin til nudlar.net”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *