Lippukassin – Hugleiðingar eftir sorgarleikin í Virginia Tech
Tekning: Marius
Eg minnist tá ein næmingur hevði knív við í skúla. Í nógvar dagar var hann argaður, og hann hevði eitt sera eksplosivt sinnalag, og henda dagin hevði hann tikið ein dolk við. Onkur boðaði gongvaktini frá, og tað gjørdist til ein bardaga millum næmingin og ein lærara mitt á gongini í skúlanum. Tað sá ógvisligt út, og kundi lætt verið gingið verri. Hetta var ein næmingur, ið varð illa happaður, hevði óstøðug viðurskifti kring seg, og sum ikki hevði neyðugt sálarligt yvirskot. Hann vildi vera tann stóri, og hevði ein lærari ikki við vanda fyri egnum lívi fingið knívin frá honum, so kundi hetta verið endað sum ein sorgarleikur.