85 ára gamli Tony Bennett hevur í kvøld longu vunnið tveir Grammy’ar, nr. 16 og 17 í sínari yrkisleið higartil. Men tað sum ivaleyst fer at fylla yvirskriftirnar er hansara røða til Grammy pre-veitsluna. Tá boðini bórust um, at Whitney Houston var deyð, brúkti hesin vísi gamli maður høvið til at vísa á, at hetta var enn ein orsøk til at gera øll rúsevni lóglig.
Eg sá hann júst nú bera sama boðskap fram, tá AP á reyða teppinum spurdi hann um hetta. Hansara boðskapur var, at øll vilja hava tað, sum tey ikki kunnu fáa, so skjótt sum man ger tað tilgongiligt, so er tað ikki líka spennandi longur.
Hann vísti á, at um man hyggur at Hollandi, so sær man, hvussu nógv meira avslappa fólk eru um rúsevni enn í t.d. USA.
Hann vísti eisini á, at allan kriminalitetin, sum rúsevnishandil hevur við sær. og at man sleppur undan flest øllum hesum, um man ger tað lógligt.
Tá skelkaðu AP vertirnir spurdu, um hann skilti, hvussu kontroversielt hetta var, sum hann segði. So svaraði Bennett, at tá okkurt var so eintýðugt skilagott, so átti man at gera tað, óansæð hvussu kontroversielt tað var.
Maðurin er 85 ár og rokkar!