Lippukassin – Setanarverkið til listastevnuna 2002

Fann hesa yrkingina á telduni, hon er partur av savninum Rótleys Tøgn, ið liggur inni á síðuni yrkingasøvn. Hon bleiv brúkt til setanina av Listastevnu Føroya í 2002, hetta er ein partur av samstarvinum millum meg og Trónd Bogasaon, ið brýtur eitt sindur frá MC-Hár samstarvinum, ið vit best eru kendir frá. Eg minnist ikki tónleikin, men eri glaður fyri yrkingina.

Bara at vera

Tónleikur: Tróndur Bogason Hansen

Orð: Niels Uni Dam

Framført av Ernst Sondum Dalsgarð (sang) og Christen S. Teglbjærg (klaver)

I

innantanna møti eg mær sjálvum

ella kanska mær sjálvari

úr eygum mínum lýsur kærleikin

ið eg ongantíð gav tær

men nú gevi mær

og eina løtu

bert eina evarska lítla løtu

kenni eg meg sjálvan aftur

kennist við leiðina

ið spakuliga hvørvur út í sandin

og hvørvur

spakuliga

og aftur er ókend

ella avnoktað

ella vald gloymd

í enn eina langa løtu

enn eina

 

II

eg missi fótafestið

í dagsins fyrstu andaneyð

 

tørvurin á onkrum forkunnugum

tekur vald á dreyminum um siðloysi

sum gloymdi at vísa hóvsemi

 

í langar løtur

 

innantanna kærleikin

tekur kropsligar dygdir framum

 

trilvandi fingrar

finna hitan

eg sjálvur og eg sjálv

gloymdir kossar

 

minnilutakenslan

smíðar vónloysingini eina kistu

men loysingin hvørvur

spakuliga

og við hóvsemi

 

III

mínir synir løgdu mínar syndir í kistuna

longu áðrenn eg varð til

teir leitaðu innanfyri gloymdu múrarnar

og funnu lotið

tað var áðrenn eg endiliga fann fótafesti

teir málaðu ein málning á mína pannu

viskaðu hann av aftur

vaskaðu hann av aftur

vaknaðu umaftur

gloymdu at bara vera

og løgdu mínar syndir aftur í kistuna

 

IV

 

eg livi longu

helt meg hava rætt

til og í so mongum

 

eg og eg

hond í hond

gjøgnum múrar

sum rapla

 

hevði tol

vísti hovsemi

og hevði altíð

syndina við

 

fótafestið

og kærleikin

eru funnin

og aftur gloymd

liggja undir raplaðum múrum

 

eg skilji umaftur

og skiljist

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

 

Leave a Reply

Your email address will not be published.