
Tá ið Microsoft 27. august í 2001 gav Internet Explorer 6 út, lá dreingjabólkurin, Five, á popptindunum við lagnum, Let’s Dance. Um hetta mundið var amerikanski forsetin, Georg W. Bush, undir stórum trýsti, og al-Qaida ætlaði sær at leypa á USA við flogførum.
Í Føroyum var Anfinn Kallsberg løgmaður, og Jens Marni Hansen hevði júst boðað frá, at hann tók seg burtur úr tónleikabólkinum, All That Rain. Fáar dagar seinni vann føroyska fótbóltslandsliðið 1-0 á Luksemborg. Hesin heimasigur gav landsliðnum seinastu stigini við Allani Simonsen sum venjara.
Hóast nógv er hent í popptónleiki, Hvítu húsunum, al-Qaida, føroyskum politikki og fótbólti, kann tað á ongan hátt samanberast við ta menning, ið hevur verið á alnetinum.
Internet Explorer hevur latið ein sjeyara, ein áttara og ein níggjara úr hondum. Og skjótt kemur eisini tíggjarin. Hesa tíðina hava eisini Firefox, Chrome, Safari og nógvir aðrir kagar sæð dagsins ljós í nógvum ymiskum útgávum. Hóast hetta blíva nógvir føroyingar við at síggja heimin ígjøgnum Internet Explorer 6. Hetta er ikki eitt skilagott val. Heimurin er hvørki líka spennandi ella vakur gjøgnum gomlu IE 6-brillurnar sum gjøgnum ein nýggjan kaga.
At noyðast at gera heimasíður sambærar við henda fornaldarliga kagan er eitt haft um beinið á føroyskari alnetmenning. Tað er nevniliga soleiðis, at tá ið vit royna at gera tíðarhóskandi heimasíður, so rigga tær ikki hjá teimum, sum halda fast við Internet Explorer 6.
Sum Føroya fremsti heimasíðuveitari fara vit nú í hernað móti Internet Explorer 6. Vit heita á øll um at stuðla okkum í stríðnum. Verið við til at gera heimin vakrari og smartari. Tað er einfalt:
Dagfør tín kaga við at trýsta á hesa leinkju.
Greinin er tikin higani har ber eisini til at síggja bæði All That Rain og Five