Lippukassin – um journalistiska støðið í Føroyum

…Hetta var einki minni enn ein bumba, og tá eg frætti, at Løgmaður var í tinginum, sat eg við spenningi, tí hvat fór ein løgmaður, ið enn ikki hevur stuðul í sínum egna flokki, at siga, tá kritiski journalisturin grillaði hann við spurningum, sum hvør lýgur tú, Magni Laksáfoss ella Jóanes Eidesgaard, hvussu kanst tú sita sum løgmaður fyri eina samgongu, sum ikki eingongd tín egni flokkur stuðlar? Freistin at finna semju um fíggjarkarm var úti leygardagin, er nøkur samgonga? Er tín roynd at halda lív á samgonguni ikki bara ein roynd at halda fast í tínum fína sessi, ja, allir spurningarnir, sum flugu gjøgnum høvdið hesa løtuna vóru ikki so rafineraðir, men hetta var jú beinleiðis vilt og ein søgulig støða, so ein amatørur sum eg kundi ikki vera so rafineraður, sum royndi og útbúni journalisturin fór at vera.

Hugleiðing um tíðindasendingina á miðdegi 8. apríl 2010

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Leave a Reply

Your email address will not be published.