Bólkurin skuldi eftir skránni byrja kl. 18, men klokkan var nærri 19, tá The Story Ends komu til Klaksvíkar. Fólk var komið og farið og nýtt var komið til. Hvør eigur feilin, veit eg ikki, men avtalan var eftir øllum at døma, at bólkurin skuldi byrja kl. 19, meðan skráin fyri Summarfestivalin segði 18. Hetta er óheppið og irriterandi
Tá klokkan var nakrar minuttir yvir sjey, byrjaði bólkurin endiliga at spæla. Men ljóðið var andskræmiligt. Tey ljóðkønu stríddust eitt hart stríð, men klokkan nærkaðist 19.30, áðrenn ljóðið gjørdist nøkurlundað. Tá hevði bólkurin mist pippið, og tyktist mest sum uppgevandi. Hetta klæddi illa teirra eitt sindur fandenivoldska tónleiki. Tað var ikki fyrr enn í allar síðsta lagnum, at eitt sindur av gleðini kom aftur. Bólkurin byrjaði at jamma og fjasa eitt sindur, og tyktist at hava tað stuttligt, men hetta var tíanverri stuttligari hjá teimum enn áskoðarunum.
Ummæli av The Story Ends á Summarfestivalinum 2005
Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum