Finnur Koba sangari í Páll Finnur Páll hevur fingið sín lívs møguleika at liva út dreymin sum rokkstjørna.
Finnur hevur undirskrivað eksklusivan sáttmála við japansku deildina av EMI Music. Sáttmálin er komin í lag, eftir at sangarin í Michael Learns to Rock, Jascha Richter vísti EMI stjóranum Junya Nakasone youtube klippið við lagnum Forelskaður Sjónleikari. Nakasone bleiv so bergtikin av Páll Finnur Páll klassikaranum, at hann gjøgnum føroyska Michael Learns To Rock produsaran Óla Poulsen, setti seg í samband við Finn.
- Á japansku heimasíðuni hjá EMI er útgávan sligin stórt upp
Seinastu vikurnar hava Óli Poulsen, Finnur og nakrir av limunum í Michael Learns To Rock verið í Bloch Studio í Havn, og hava innspælt eina enska útgávu av lagnum, ið nú eitur “Hey Hey this is what I say”. Hetta hevur eydnast somikið væl, atlagið í dag er givið út um alt Asia, og Nakasone er ikki í iva, um at hetta lag fer at gerast ein landaplága um alt Asia.
Finnur, ið millum manna best er kendur sum Finnur Jensen, hevur í sambandi við hendan møguleika skift Jensen navnið við Koba, ið sambært Finni riggar betri til asiatiska marknaðin.
Finnur hevur skrivað lagið, og tað skilst, at áhugin hjá EMI bert var fyri Finni og hansara løgum, ikki hinum tilfarinum hjá Páll Finnur Páll. Finnur Koba fer í næstum undir umfatandi konsertferð í Asia, ein konsertferð, ið umframt Japan eisini gongur til Kina, Kambodja, Vietman og India. Tað skilst, at bólkurin á konsertferðini umframt Finn verður mannaður av limum úr Michael Learns To Rock og Óla Poulsen, ið leikar bass.
Nudlar ynskir Finni blíðan byrð, og ivast ikki í, at við EMI í rygginum fer okkara Finnur at leggja Asia fyri sínar føtur.