Gevst við at gita, Jørgen man vita

Politiska mantraið plagdi at vera, vit skulu vita ikki gita, m.a. var stig tikið til stóru fólkateljingina við vitanarsavning í huga. Nú úrslitini av Manntal eru savnaði inn, og vit bíða eftir niðurstøðunum, kemur samgongan við ein endamálsorðing, ið kóka niður, best kann lýsast sum:

 

Gevst við at gita, Jørgen man vita

 

Niðurskurður í øllum óheftnum eftirliti við okkara politisku skipan er ein beinleiðis avleiðing av, at serfrøðingar loyvdu sær at finnast at flatskatti og framskattan av pensiónum. Hetta er tó ikki bara hevnd, men eisini ein roynd at steðga kritikki av komandi avgerum, og so er tað eitt signal til miðfyrisitingina, makka rætt, ella verða tit spard burtur.

 

Hetta er øgiliga vandamikil gongd, politikarar við somu evnum og somu muru koyrdu Føroya Land logandi á heysin fyri 20 árum síðan, óhefta eftirlitið er sett á stovn fyri at steðga at tílíkur ørskapur hendur aftur.

 

Eg veit, at enn eru nøkur skilafólk í samgonguni,  nú er tímin komin, at hesi reisa seg og siga frá, nú er nokk!

 

Andstøðan rópar sjálvandi hart, men tað eru tit samgongulimir, ið hava ábyrgdina fyri hesum vanviti, og hetta verður tykkara arvur í komandi tíðum. Men mest av øllum er hetta oyðileggjandi fyri Føroyar, sum vit øll elska.

 

Hetta er løtan, tá valið er millum rætt og rangt, tá bukkarnir verða skiltir frá lombunum. Vælsignaðu fólk velji landsins besta.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *