Jú, Fokk, jú! 200 er aftur

Myndir sum Rani Hammershaimb Christiansen tók við sínari telefon

Tað er ein góð kensla, at 200 aftur ristir í føroysku líkasæluna og gevur idiotunum og bandittunum ein feitan miðfingur. Fokk jú, sum eg eri við uppá nýggju 200 fløguna og frálíka dokumentarfilimin hjá filmsnillinginum Sakaris Stórá.

Eg kann ikki ummæla 200, tí tað skal eingin loyna vera, at tveir av trimum 200 limum teljast millum bestu vinmenn mínar, ein av teimum er enntá stjóri hjá mær, hin triðja limin kenni somuleiðis sera væl, so habilititurin er av helviti til. Hetta verður í staðin ein hugleiðing.

Men eg var altso til filmfrumsýning og útgávukonsert við 200 í gjár, og fokk sum tað var feitt. Eg hevði longu hoyrt nýggju fløguna, so tað undraði meg ikki, at nýggju løgini vóru góð. 200 levera altíð eina góða framførslu, so eg visti, at konsertin fór at vera góð, og tað varð hon sanniliga eisini. Trummur, bassur, gittar og grefligt kjaftaslit fyri allar pengarnar, eitt gott bland av øllum tí nýggja og klassikarum, sum Leoland, Skitni Kartni og Mogghøvd.

Eg má tó viðganga, at tann hámentanarligi statusurin, sum 200 hevur fingið tyktist eitt sindur komiskur, talið av stjórum, akademikarum, millumleiðarum og politikarum, mundið neyvan havt verið hægrið, um talan var um ein yrkingaupplestur hjá Jóanesi Nielsen ella frumframførsluni av einari nýggjari føroyskari opera, og tað er sku ikki serliga punk! Nær hevur punkur verið eliterur?

Men hetta er tó ivaleyst ein staðfesting av, at 200 hevur ein týdningarmiklan leiklut í okkara samfelag, og at tey skilabestu høvdini her í Føroyum virðismeta henda leiklut.

200 er røddin, ið framum aðrar vísur okkum á órætt. Við skemtiligum rokkpunki, sum fangar, fær 200 boðskapin út, um hvør bestemmar í Leoland. Hesa røddina kunnu politikarar ikki fáa at makka rætt, hvørki við samanleggingum ella hóttanum um sparingar.

200 er við øðrum orðum lívsneyðugt, serliga í dag, tá okkara samfelag í størri mun enn nakrantíð áður er hótt innanífrá, ella skuldi eg sagt omanífrá. Hetta tekur 200 støðið í. Tekstirnir á nýggju útgávuni eru sera beinraknir:

– tey, sum vóru so bítt at velja sitandi samgongu, fáa eitt feitt til lukku
– politikararnir verða mintir á, at vit kunnu taka maktina aftur
– BADH stjórnin verður ákærd fyri landafíggindaligt virksemi
– Miðflokkurin fær miðfingurin
– Helgi Abrahamsen og hóttanar regime hjá BADH verður blást upp á stórskíggja,

tí 200 pjøvist ikki at makka rætt!

Í fyrsta stakfløgu útspælinum spyr 200, hvar kærleikin bleiv av, well eg føldi kærleikan í gjár, tá eg saman við høgum og lágum brølaði

Ja! fokk ja!
Jú! fokk jú!

Tí Leonistarnir, Jørgenistarnar, Káranistarnir og Billistarnir fáa sanniliga kærleikan at føla á nýggju útgávuni, ið finst bæði á fløgu/DVD og LP!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *