Teldusvik við risadimensiónum

Tá spamfiltrið hjá mær í morgun boðaði frá, at ein mailur frá info@bbc.co.uk var blokeraður, var eg skjótur at loyva mailinum, hóast evnislinjan var BBC payment, og eg ikki helt meg hava keypt nakað frá enska miðlarisanum.

 

Eg undraðist tó, tá eg lítla løtu seinni fekk mailin og skilti, at talan var um ein heilt vanligan junkmail við fráboðan um, at eg hevði vunnið £18.000.000

 

Hetta er ein fittlig upphædd, sum uttan iva hevði komið væl við. Men sjálvandi var hetta ein roynd at lumpa pening burturúr mær. Heldur enn at geva mær nøkur oyru at liva fyri.

 

Tá eg hugdi nærri, sá eg, at mailurin hevði eina alternativa svaradressu, nevniliga bbcdebt26@yahoo.cn, og so var so slettis eingin ivi um, at talan var um junkmail. Men sum avsendari stóð info@bbc.co.uk. Eina løtu helt eg, at onkur hevði hackað mailin hjá BBC.

 

Eg kannaði málið nærri og fann útav, at tað ber til at senda mailar frá nærum tí mailbústaði tú vilt, uttan at hava atgongd til tann mailbústaðin. Altso er eingin hacking kravd. Tú kanst senda mail, men ikki móttaka mail frá mailbústaðnum hjá grannanum, konuni ella konkurrentinum.

 

Hetta er junkmailur við øgiligum dimensiónum. Faktiskt nokkso ræðandi. Ferð eftir ferð havi eg  sagt við fólk, at tey ikki skulu lata nakrar persónligar upplýsingar frá sær, uttan so, at tey kenna tann, ið hevur sent hann, men flest øll kenna til BBC.

 

Hetta kundi líkavæl verið onkur onnur viðurkend fyritøka, ið stóð sum avsendari, og søgan kundi verið meira trúlig enn tær £18 milliónirnar. Tá kann vera sera trupult at verja seg, serliga um man er eitt sindur óroyndur á netinum.

 

Um ein teldubandittur vildi, so kundi hann t.d sent ein mail frá Jørgen Niclassen til Kaj Leo um at seta meg sum landstýrismann í innlendismálum, ella okkurt annað líkandi, og dupulttjekkaði Kaj Leo ikki mailin, høvdu vit møguliga sloppið burturúr BADH veldinum.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *