Kári P. Højgaard sleppur undan at gera nakað

11.637 fólk ella bara 32,7% av føroyingum valdu at luttaka á fólkaatkvøðuni hjá Kára P. Højgaard. Í einum landi har valluttøkan vanliga er væl omanfyri 80%, má hetta metast sum ein katastrofa fyri landsstýrismannin, sum fann uppá fólkaatkvøðuna.

 

mynd lánt av imr.fo

Ikki nokk við metlágu vallutøkuni, tí yvir 5% av teimum, sum vóru á vali valdu at atkvøða blankt ella ógyldugt. Somuleiðis høvdu bæði kommunustýri og okkurt politiskt ungmannafelag biðið fólk, um at atkvøða nei, og ein stórur meiriluti svaraði júst nei, møguliga í protest, møguliga í forvirringi, tí tað var so ikki við skili, at nakar atkvøddi nei.

 

Í einum vanligum demokratiskum landi, hevði nátúrliga avleiðingin verið, at landsstýrismaðurin fór frá, men soleiðis er ikki í Føroyum.

 

Men fær fólkaatkvøðan nakrar politiskar avleiðingar?

 

Hon fær so uttan iva tað avleiðing, at neyðuga tvungna kommunusamanleggingin, ikki verður til nakað. Hetta passar ivaleyst væl hjá Kára P. Højgaard (stendur P. fyri passivur?), tí hann hevur hvørki dirvið ella áhugan í at gera hetta neyðuga arbeiðið.

 

Hetta var uttan iva høvuðsorsøkin til, at ein fólkaatkvøða var av fyrstan tíð, ein roynd at geva Kára eitt eitt alibi, ið tryggjaði, at hann kann sita og hita ein landsstýrissess í 4 ár, uttan at gera neyðugu tillagingarnar á kommunuøkinum.

 

Men so er spurningurin, ger tað nakað, um vit ikki leggja kommunurnar saman?

Well, tað haldi eg. Størri kommular eindir, hevði givið okkum eindir, sum kundu loyst stóra trupulleikan á eldraøkinum, har alt ov nógv at okkara gomlu liggju og doyggja í sínum egna lorti við hús, uttan at fáa pláss á ellisheimum. Var hetta økið flutt til nærumhvørvið, varð tað uttan iva loyst, á sama hátt sum tørvurin á  barnaansing var tað.

 

Eg havi ikki nógv álit á landsins stýri, men eg vóni veruliga, at onkur annar landsstýrismaður hevur størri dirvi enn Kári, og at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar óansæð, um Kári ikki vil gera sín part. Avleiðingin verður tá væntandi størri kommunalar eindir, hóast skipanin av hesum neyvan verður eins landafrøðiliga skilagóð, sum ein tvungin samanlegging hevði verið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *